Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ferðaleiðari og liðleiðarar hjá KÍ í Bodø. | Mynd: an.no (skíggjamynd)

Ferðatrupulleikar hjá KÍ síggjast aftur í norskum miðli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.07.2022 - 21:38 Ítrottur Tíðindi

Verkfall hjá SAS gevur KÍ nakrar avbjóðingar uttanfyri vøllin og tað hevur norskur miðil fangað.

Norski miðilin an.no í Bodø hevur í kvøld samrøðu við ferðaleiðaran og miðlaábyrgdarfólki hjá KÍ, Solby Christiansdóttir. Greinin snýr seg um, at vegna verkfalli hjá SAS, so hevur tað verið ómøguligt at fingið alla útgerðina til Bodø. Í dag kom áleið helvtin av útgerðini fram. Tað merkir, at KÍ-hjálparfólk hava verið til handils í Bodø fyri at annað, hvat var møguligt at fáa har, at venjingin var flutt og at Bodø/Glimt hjálpti til við útgerð. Solby vísir á, at í KÍ vóru tey fyrireikað uppá, at trupulleikar kundu blíva, tí leikararnir fingu boð um undan fráferðini at hava dystarklæðir og gaggur við sum hondviðføri, skrivar an.no.

Eisini verður skrivað, at ógreitt er, hvussu KÍ-hópurin kemur heim aftur. Arbeitt verður bæði í Norra og í Føroyum við at finna eina loysn, um verkfallið hjá SAS stendur við hósdagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danskur skúli vrakar klassiska tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen