Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djúpini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.08.2022 - 17:25 Tíðindaskriv

Mikudagin 10. august kom franska havrannsóknarskipið Beautemps-Beaupré á Havnina.

 

Tað hevði ligið fyri akker í Nólsoyarfirði síðani týsdagin. Hetta var triðju ferð skipið kom til Føroya í sambandi við sínar rannsóknarferðir, sum snúgva seg um hydrografi og oceanografi við tí endamáli at dagføra sjókort.

Skipið er eitt av teimum sokallaðu hvítu skipunum hjá fronsku sjóverjuni. Tað siglir við einum stórum granskaraliði frá franska hydrografiska stovninum SHOM (Service hydrographique et océanographique de la Marine). Skipið hevur heimstað í franska havnabýnum Brest og er í hesum døgum í Norðuratlantshavi á granskingarferð. Skipið eitur eftir Charles-François Beautemps-Beaupré, sum var hydrografur og kartografur, og sum verður roknaður at vera faðir at nútímans hydrografisku vísindini.

Kapteynur á hesi ferðini er Matthieu Teisseire, kommandantur, frá Toulouse, útbúgvin á flotayvirmannaskúla í Brest, l’Ecole Navale. Hann hevur einaferð fyrr ligið fyri akker í Havn í eitt samdøgur við fregattini Latouche Tréville í juli í fjør, men tá bar ikki til at sleppa í land. So hesaferð gleddu kapteynur og manning annars seg til at seta føtur á land í Føroyum. Og føroyski blíðskapurin eins og náttúra og samfelagið annars vístu seg enn einaferð frá síni bestu síðu.

Nakrar kurteisivitjanir hava verið í landi eins og umboð fyri myndugleikar og viðkomandi geirar í Føroyum eisini hava vitjað umborð.

Í morgun, 14.august kl. 9.00 loysti Beautemps-Beaupré og silgdi úr Føroyum gjøgnum Djúpini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Einki skapandi spæl á KÍ-liðnu…
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast