Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klingra á konsertferð í Føroyum komandi dagarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.08.2022 - 09:20 Mentan Tíðindi

Komandi dagarnar verður møguleiki at uppliva bólkin Klingra á palli í Føroyum.

 

Bólkurin Klingra hevur sítt útgangsstøði í Føroyum og virkar hiðani. Limirnir eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.

Klingra er nú til reiðar við teirra fyrstu útgávu. Frumútgávuna, ið kallast “..eftir”, kemur út 3. mars 2023.
Tónleikurin og tekstirnir (á føroyskum) eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum skapar pláss til tankar og kenslur.

Genran sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, við løttum vavstri av elektronikki, inn í okkurt, sum kundi kallast “indie-klassikur” tónleikur.

Konsertirnar verða her:
Í Reinsarínum í Havn í kvøld kl. 20.00
Á Maggies í Nólsoy í morgin, fríggjadagin kl. 20.00 Í Tøting í Gøtu leygardagin kl. 21.00

Frumútgávan “...eftir” er ein tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld.
Verkið er tó ikki um sorg og sút, men heldur um kærleika og virðing fyri einum, sum altíð tók onnur fram um seg sjálvan. Ein kensluborin bogi spentur millum longsul og takksemi.

Vit skulu 70 ár aftur í tíð, til føroyingahavnina í Grønlandi. Til kvirruna.

Føroyingahavnin

Fyri øld síðan vóru føroyskir sjómenn so kroystir av enskum og týskum trolarum her um leiðir, at neyðugt var at flyta virksemi norðureftir til Grønland og Ísland.
Í føroyingahavnini virkaði mangur føroyskur sjómaður, nærmast árið runt, at tjena til dagligt breyð. Ein av hesum monnum var Napoleon á Neystabø, uppvoksin í Haldórsvík. Napoleon var abbi Dánjal á Neystabø, limur í Klingra.
Hetta verk er ognað honum.
Napoleon sigldi úti størsta partin av lívinum. Stutt áðrenn hann doyði, 94 ára gamal, gjørdi Dánjal eina bandaða samrøðu við hann, um hansara tíð og upplivingar í Føroyingahavnini. Á upptøkuni greiðir hann m.a. frá eini hending, tá ein bátur sakk og 14 menn doyðu. Hesa frágreiðing hevur bólkurin Klingra valt at taka støði í.
Tónleikurin er ein samanhangandi eind, sum við nærlagni er uppbygt av styttri motivum sum eisini virka sum sjálvstøðug stykki.
Umframt at vit hoyra Napoleon greiða frá á, hevur Klingra upptikið ljóð úr føroyingahavnini, sum eru viðgjørt og brúkt í tónleikinum.

Útgávan "...eftir" snýr seg um at standa eftir:

...eftir á kaiini tá báturin fór til Grønland ...eftir á ísinum tá kisturnar vóru bornar burtur ...eftir tá tú hevur mist
...eftir, sum leivdirnar í føroyingahavnini í dag
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum