Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit kunnu vænta okkum gott veður størsta partin vikuni, sum kemur. Lítil vindur av ættunum millum eystan og landsynning sunnan, Næstan einki avfall og nógvar løtur við sól. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.08.2022 - 07:40 Tíðindi Veðrið

Veðurkortini fyri vikuna, sum kemur, eru ikki so galin at hyggja eftir. Lítil og eingin vindur, og næstan einki avfall.

Eitt hátrýstøki hevur lagt seg yvir okkara leiðir, miðjan fer at liggja ímillum Føroyar og Norra størsta partin av vikuni. Vit fara at liggja í einum veikum luftráki, sum kemur til okkara úr Noregi ella Norðsjónum. Ættin fer at liggja ímillum eystan og landsynning eystan alla vikuna.

Hetta fer at geva klárt og gott veður í stórum parti av landinum – serliga vestanfyri. Eystantil fara løtur við mjørka at hótta.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Hann lækkar út eystri niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Seinnapartin undir 5 m/s. Skýggjað ella samdrigið við sólglottum. Yvirhøvur turt, tó okkurt ælið sunnanfjørðs.

Hitin fer at liggja um 8 til 12 stig.

Týsdag: Landsynningur, undir 5 m/s. Samdrigið, men løtur við sól og turt.  Hitin fer at liggja um 8 til 12 stig.

Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Mikudag: Landsynningur sunnan, undir 5 m/s. Yvirhøvur klárt í veðrinum og løtur við sól, tó samdrigið onkra løtu.

Hitin fer at liggja um 10 til 13 stig.

Hósdag: Landsynningur, 3 til 8 m/s. Løtur við klárum lofti og sól, men eisini samdrigið ella skýggjað onkra løtu.  

Hitin fer at liggja um 11 til 13 stig.

Fríggjadag: Eystan, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og klárt og løtur við sól. Kann vera skýggjað eystanfyri.  

Hitin fer at liggja um 10 til 13 stig.

Leygardag: Eystan, undir 5 m/s. Skýggjað ella samdrigið og turt.

Hitin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Sunnudag: Eystan, undir 5 m/s. Samdrigið og turt.

Hitin fer at liggja um 9 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…