Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spæl í alskyns útgávum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  27.09.2022 - 13:11 Tíðindi

Dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu fer frá september í ár til juni 2023 undir eitt felags átak, ið skal stimbra spæl millum børn og millum børn og vaksin.

Námsfrøðiliga ráðgevingin hevur, saman við samskiparanum á dagstovnaøkinum og øðrum starvsfólkum á dagstovnaøkinum, ment eitt felags átak, har endamálið er at hugsa um spæl sum ein týðandi lið í, at børn trívast, mennast, læra at samstarva og hava ávirkan.

Spæl myndar dagliga dagstovnalívið, og er spæl tískil ein sera natúrligur partur av einum barnalívi. Við at seta orð á hetta er ætlanin, at starvsfólk á økinum geva hvør øðrum íblástur og fakliga vegleiða hvønn annan.

 

Hvussu skilja vit spæl

Hvat er spæl? Hvør er leikluturin hjá vaksnum, tá børn spæla? Eiga vaksin at spæla við, tá børnini spæla? Hetta eru bara nakrir av teimum spurningum, sum starvsfólkini fara at samstarva um og hava fokus á til m.a. starvsfólkafundir.

Umframt hetta verður eisini skipað fyri tveimum stórum tiltøkum, har spøl í alskyns útgávum verða partur av einum trivnaðardegi, har bæði børn og starvsfólk á dagstovnaøkinum stuttleika sær. Fyrra tiltakið verður í november, og tað seinna stutt fyri Norðoyastevnu komandi ár. Endamálið er at stuðla undir ein eldhuga, sum longu finst, men sum altíð kann stimbrast, tí ongin er ov gamal at læra ella at spæla, hvørki børn ella vaksin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…