Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítil ferja við fólki ávegis um vágna. Í baksýni handilin úti í Klaksvík. Húsini hjá faktorinum høgrumegin | Mynd: Tjóðsavnið

Ferjur um vágna í Klaksvík

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  02.10.2022 - 12:21 Mentan Tíðindi

Áður sigldu smáar ferjur um vágna í Klaksvík. Hetta var neyðugt, tí fáir ella eingir bilar vóru og drúgt at ganga um buktina. Fyrsta ferjan, vit sýna her, tykist avmyndað rættiliga tíðliga, kanska fyri aldamótið 1900. Trý fólk standa uppi í lítla bátinum, sum ferjumaður rør. Í baksýni handilin úti í Klaksvík. Høgrumegin eru húsini hjá faktorinum. Við bryggju liggur farmafar.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Onnur myndin sýnir kenda ferjumannin Óla Jákup Jacobsen á veg um vágna. Abbasonur hansara, Steinbjørn Jacobsen, sigur, at abbi sín fór at ferja í 1935, og at hetta helst er fyrsti báturin. Flagg hómast har afturi. Steinbjørn sigur, at taksturin var 25 oyru.

 

Óla Jákup Jacobsen, ferjumaður, í báti sínum. Hann fór at flyta fólk um vágna í 1935. Hetta er helst fyrsti bátur hansara. Mynd: Tjóðsavnið



 

Sum Klaksvíkin mentist, øktist eisini tørvurin at flyta fólk um vágna. Handils- og reiðarafyritøkan hjá Kjølbro vaks í stórum, og Kjølbro var hugaður fyri, at arbeiðsfólk og onnur sluppu ómakaleyst um vágna. Hann setti soleiðis lítla deksfarið Fisken at sigla um vágna. Í minnisritinum: “P/f J.F. Kjølbro 1913 – 1983, sigur J. Símun Hansen eitt nú soleiðis:

“Fisken var lítil deksbátur, umleið 4 tons, sum kom higar undir krígnum við norskum flóttafólkum. Í fleiri ár varð hann brúktur at føra arbeiðsfólk og onnur um Vánna; í 1958 varð nýggj ferja, SELURIN, bygd, og røkti hon flutningin um Vánna eini 10 ár.” 

 

Ferjan Fisken hjá Kjølbro á vágni í Klaksvík. Í húsinum helst Niels í Horni. Mynd: Norðoya Fornminnasavn. 

 

Ferjan, Selurin P 82, verður umrødd í bókini: “Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð,” 2013. Hetta brotið:

“Seinasta deksfarið, sum smíðað varð á Klaksvíkar sleipistøð, var ferjan Selurin hjá Kjølbro. Petur Joensen andaðist í 1956, og eftirmaður hansara, Hans Nielsen av Vatnsoyrum, stílaði fyri. Selurin var smíðaður í 1959-60 og fór at sigla um vágna í Klaksvík á vári 1960. Lítla farið Fisken, sum kom úr Noregi krígsárini, sigldi frammanundan hesa rutu.

Motorurin á nýggju ferjuni var ein 33 hesta bukh diesel, men smiðjumaður veit at siga, at teir longu í 1964 settu ein lister motor í hana. Tilfarið omandeks á Selinum var úr mahogni, og skrokkurin var úr eik og bók. Ferjan var um 10 tons, hevði salón og pláss fyri 40 ferðafólkum. Farið sigldi um vágna smá tíggju ár og fór síðan norður til Hvannasunds at sigla um sundið.”

 


Selurin P 82 leggur at á Stongunum í Klaksvík. Ferjan varð smíðað á Klaksvíkar sleipistøð árini 1959-60. Mynd: Eddi Leyni

 

 

..............................

 

Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari í Tórshavn hevur fingið atgongd til myndasavnið hjá Jóhannes Fjallheim og komandi tíðina fara vit av og á at síggja myndir haðani við onkrum teksti afturvið, umframt aðrar myndir

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…
Deyður, deyðari ella deyðast?
Skemtiligi strandfara­maðu­rin klárur at k…
Torrablaðið í gerð
Nógvur útróður um vikuskifti
Bakkafrost: Framgongd í fjórða ársfjórði…
Kunning á Kambsdali mikukvøldið
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB