Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trý ivamál í KÍ-hópinum til 2023

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.10.2022 - 09:06 Ítrottur Tíðindi

Av teimum sum spæla regluliga, so eru trý ivamál til 2023.

 

KÍ hevur fingið størsta partin av sínum hópi til 2023 uppá pláss. Av teimum sum hava spælt regluliga í ár,
so hava teir flestu gjørt sáttmála fyri 2023.

 

Nakrir sáttmálar ganga út

Verjuleikarin Dmytro Lytvyn úr Ukraina og álopsleikarin Valerijs Sabala komu til KÍ 1. mars og gjørdu
sáttmála fyri 2022. Lytvyn er farin av landinum, meðan Sabala neyvan heldur fram, tá hansara spælitíð er
so avmarkað, sum hon hevur verið. Afturat hesum eru tríggir leikarar, sum spæla regluliga, har sáttmálin
gongur út. Teir eru Mathias Rosenørn, Patrick Da Silva og Jesper Brinck.

 

Jesper Brinck ger vanliga sáttmála seint

Jesper Brinck kom til KÍ í 2019 og hevur í sínum fýra kappingarárum vunnið FM tríggjar ferðir. Hann
hevur á hvørjum ári bara gjørt sáttmála fyri eitt kappingarár, og sum oftast hevur hann longt, tá vit eru
komin langt út á árið, har sáttmálin gongur út. Sum skilst er møguleiki fyri, at hann heldur fram í KÍ, men
tó ikki vist. Danski verjuleikarin fyllir 34 ár í mars.

 

Mathias Rosenørn samráðist við KÍ

Tað hevur ljóðað í leysasøgum, at KÍ-málverjin, Mathias Rosenørn, ikki fór at halda fram í KÍ, tí hann
skuldi aftur til Danmarkar. Men tað er møguliga einki í hesum. Mathias sigur við Norðlýsið í stuttari
viðmerking, at hann trívist væl í KÍ og at hann tosar við felagið um 2023. Tí er sannlíkt, at hann heldur
fram í KÍ, sum støðan er nú.

 

Patrick Da Silva er ivamálið

Síðani er vinstri bakkurin, Patrick Da Silva eftir. Hann hevur spælt næstan allar minuttirnar á vinstra
bakki, har avrikini uppá nógvar mátar hava verið góð í nógvum dystum, men har endavøran mangan
hevur manglað. Tað eru komin ov fá málstig burturúr. Men í t.d. fleiri Evropadystum var hann eyðsýndur.
Sum skilst er óvist, um hann heldur fram. KÍ ynskir sum skilst at halda fram við samstarvinum, men tað er
ikki vist, at tað er nokk. Ein møguleiki er, at hann fer av landinum aftur. Hann hevur fyrr spælt við
Brøndby og hevur kanska fleiri tilboð, nú hann aftur hevur spælt eitt heilt ár á høgum stigi. Tað tykist
verða ein møguleiki, at hann heldur fram í KÍ, men tað mótsatta er eisini møguligt uppá núverandi
tíðspunkt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…