Lýsing
Lýsing
Lýsing
22. august 2011 fer Sjúrður Skaale upp í Javnaðarflokkin. Minni enn ein mánað seinni er hann fólkatingsmaður fyri flokkin. | Mynd: In.fo

Grundgevingarnar fyri at nokta undantaki skinkla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.10.2022 - 22:17 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Ikki alt hongur saman í grundgevingunum fyri at nokta eini kvinnu at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

 

Í útvarpstíðindunum hóskvøldið kl. 18 var formaður Javnaðarfloksins í Kringvarpinum og greiddi frá, hví floksleiðslan hevði valt at nokta eini kvinnu at stilla upp fyri flokkin til komandi fólkatingsval, eftir at hon var komin til landið við tí fyri eyga at stilla upp og fyri at taka mynd saman við hinum valevnunum. Somuleiðis hevur formaðurin greitt skrivliga frá avgerðini. Men okkurt er, sum ikki stemmar.

 

Ov lítil kunnleiki um egin starvsfólk?

Ein av grundgevingunum var, at “Kunnleikin til persónin var bara ov lítil til at undantak kundi gevast”. Men her vísti útvarpskvinnan á, at talan var um ein persón, ið er í starvi hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Og vit kunnu leggja afturat, at sambært hennara Facebook-vanga hevur hon verið í hesum starvinum síðani 2019. Um tað er rætt, má tað sigast at vera øgiliga løgið, og ómetaliga óvanligt, at ein leiðsla skal hava so lítlan kunnleika um ein persón, ið hevur verið í starvi hjá teimum í gott og væl trý ár.

Ein onnur grundgeving var, at kvinnan ikki hevur verið limur í Javnaðarflokkinum í 6 mánaðir, sum annars er krav fyri at stilla upp fyri flokkin. Her var útvarpskvinnan skjót at vísa á, at hennara starvsfelagi, John Johannesen, bleiv limur í flokkinum sama kvøld, sum hann stillaði upp til val. Til hetta svaraði Aksel V. Johannesen, at hetta hendi í 2004, ið var fyri hansara tíð sum formaður, og tí kundi hann ikki svara fyri tí. Men!

 

Undantak eisini givið undir Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum tann 5. mars í 2011. Tann 22. august 2011 veit in.fo (sí leinki við keldum niðanfyri) at siga, at uttanflokkatingmaðurin og fyrrverandi tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale fer upp í Javnaðarflokkin. Sama dag, eisini 22. august 2011, boðar Sjúrður Skaale eisini frá, at hann ætlar sær at stilla upp til Fólkatingið. Valið til Fólkatingið tað árið er tann 15. september 2011, ið vil siga minni enn ein mánað eftir, at Sjúrður Skaale fer upp í Javnaðarflokkin, og meðan Aksel V. Johannesen er formaður í flokkinum.

Samanumtikið eru fleiri ting í grundgevingunum fyri at nokta hesi kvinnuni at stilla upp, sum skurra. 

 

Keldur:

Útvarpstíðindini í KvF 13. okt. 2022 kl. 18 

Grein við dagfesting fyri, at Aksel V. Johannesen gerst formaður í Javnaðarflokkinum 5. mars 2011

Fráboðan 22. aug. 2011 um, at Sjúrður Skaale fer upp í Javnaðarflokkin

Fráboðan 22. aug. 2011 um, at Sjúrður Skaale stillar upp til Fólkatingið fyri Javnaðarflokkin

Um fólkatingsvalið 15. sept. 2011

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt