Bárður Larsen: Hvørgin parturin hevur rætt
Í málinum um gongd í haga hava partarnir sett fram løgfrøðiligar grundgevingar fyri, hví júst tey hava rætt til at avgera, hvør kann gagnnýta hagan og føroysku náttúruna. Hvørgin parturin hevur grein í sínum máli, sigur Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari í løgfrøði á Setrinum.
Í samrøðu í sendingini Búskapur & Vinna í Televarpinum greiddi Bárður Larsen frá síni greining av truplu støðuni við gongd í haga, sum tað skal finnast ein loysn á í næstum. Farna summar bleiv Helgi Abrahamsen avloystur av Magnusi Rasmussen sum vinnumálaráðharri, har løgmaður sipaði beinleiðis til málið um gongd í haga sum orsøk til útskiftingina. Í summar boðaði Magnus frá, at hann ikki dugdi at finna eina loysn, ið var nøktandi fyri allar partar.
Gongd í haga hevur týdning
Landbúnaðurin og ferðavinnan vóru annars tær báðar vinnurnar, sum sendingin hesaferð setti undir sjóneykuna. Símun Gullaksen, formaður í Búnaðargrunninum, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, greiddu hvør í sínum lagi frá støðuni og útlitunum fyri teimum báðum vinnunum.
Í landbúnaðinum hava mjólkarbøndurnir síðstu 3 áratíggjuni uppliva stóra menning, har effektivisering hevur sett dagsskránna við samanleggingum í størri eindir, ið betur kunnu gagnnýta nýggjastu tøknina við robotttøkni. Hjá seyðabøndrunum sær Símun stórar møguleikar fyri menning av nýggjum vinnumøguleikum, eitt nú við landbúnaðarferðavinnu. Sambært umboðnum fyri landbúnaðin krevur tað tó meira skipaði viðurskifti enn í dag, har skipanin má taka hædd fyri, at tað eru nakrir fáir hagar, sum av álvara blíva troyttir av vaksandi talinum av útlendskum ferðafólkum.
Ferðavinnan hevur av álvara fóta sær aftur eftir stóru niðurgongdina vegna koronufarsóttina. Sostatt væntast umsetningurin frá innkomandi ferðavinnu at røkka einari milliard krónur næsta ár. Eisini Guðrið Højgaard sær stórar vakstrarmøguleikar í landbúnaðarferðavinnu, men ein fortreyt fyri tí er, at lóggávan verður nútímansgjørd, soleiðis at hon tryggjar skipaði viðurskifti og fría atgongd til náttúruna. Ferðavinnan sá helst, at tað bleiv tikið eitt náttúruverndargjald frá ferðafólkunum við komu, sum síðani bleiv fordeilt útaftur. Guðrið vísti millum annað á nýggja hugburðskanning, ið vísir, at stórur meiriluti av føroyingum taka undir við, at nýggj lóggáva skal til.
Kelda: Spyr.fo kanning, september 2022
Kelda: Spyr.fo kanning, sept. 2022
Bæði Símun og Guðrið vóru á einum máli um, at tað hevur stóran týdning at fáa loyst málið við gongd í haga, soleiðis at tað vera meira skipaði viðurskifti framyvir. Partarnir eru tó ikki á einum máli um loysnina.
Bárður Larsen, adjunktur á Setrinum, var løgfrøðiligi serfrøðingurin, ið var gestur í sendingini Búskapur & Vinna á Televarpinum.
Hvørgin parturin hevur allan rættin
“Tað er soleiðis her, at tað eru tvey ymisk áhugamál, sum kollidera, og so er tað uppgávan hjá lóggevaranum í breiðastu merking at javnviga hesi áhugamálini” staðfesti Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Setrinum. “Tað sær bara út til at ganga øgiliga striltið at fáa hesi áhugamálini at javnviga. Partarnir hava grivið seg í hvør sína skotgrøv, har hagaeigararnir siga, at ein gongurættur/almannarættur vil vera ognartøka vísandi til girðingarlógina frá 1937. Hinvegin siga fólkini umboðandi ferðavinnuna og gongufólki seg hava ein siðvenjuvunnan rætt til at ganga í haganum. Eg haldi, at báðir partar taka feil!”
“Eigararnir taka feil í, at talan er um ognartøku, tí ræðisavmarkingar av eini ogn er ikki ognartøka í sær sjálvum” førdi Bárður fram og vísti til til danskan dóm frá 1972 um, at øll hava rætt til at ganga eftir einum geira oman til strandarkantin, óansæð ognarviðurskifti. “Eigarin má kunna tola eina byrðu á ognina.”
“Hitt útgangsstøðið passar so heldur ikki, at talan er um siðvenjuvunnan rætt til at ganga í hagunum, tí jarðarlóggávan er frá 1937, sum greitt ásetur, at tú kanst ikki ganga uttanfyri bygdagøtur uttan heimild” vísti Bárður síðani á. “Nógvir eigarar hava ikki hondhevja hesa áseting, men teir hava verið tilvitaðir um rættin, og tað eru eisini eigarar, ið hava hondhevja hendan rætt. So hetta er ikki broytt við siðvenju.”
Í samrøðuni við vertin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, greiddi Bárður Larsen síðani frá, hvussu hann heldur, at myndugleikarnir kundu loyst hendan gordiska knútin við eini sonevndari sólsetur-lóggávu.
Øll samrøðan og sendingin er tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum og á YouTube.