Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ger jólakvettið í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.11.2022 - 22:40 Mentan Tíðindi Vinna

Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík. Tí her fara vit at skipa fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri tilboðsprísir.

Handlarnir hava opið heilt fram til á miðnátt leygarkvøldið 5. november og sunnukvøldið til kl. 20.00. Lagt verður upp til eina rimmar jólasølu, har handlarnir hava eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi. Tónleikur er á skrá bæði úti og inni. Tann stuttliga og  sermerkta stempulkappingin verður eisini, og vinningurin verður als ikki minni í ár – heldur øvut.

Í ár letur stóra ræðsluhúsið, “Gula Barnaheimið undir Snið” upp. Øll djørv fólk eru vælkomin at vitja, og børn skulu hava onkran djarvan vaksnan við sær.

Matarstøðini eru vorðin fleiri her í økinum og júst til Býarskáan eru eisini streetfood-vognar, sum bjóða teimum svongu okkurt gott. Prýðiliga Skótahúsið skipar fyri Jólacafé, og umframt at smakka eina leskiliga matarskrá verður høvi eisini at taka jólamyndir og royna jólatombola í Skótahúsinum.

Í Løkshøll verður felagskonsert við livandi legendum úr Vágunum -Tinganest. Har fara ivaleyst klassikarar sum "Vágagellan", "Havnargøtur" og aðrir sangir at runga.  Herborg Torkilsdóttir fer, saman við bólki sínum, at framføra síni  allerbestu løg. Felagssangur er eisini á skrá.

 

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin kl. 10 við nógvum tilboðum til børnini. Har vera søguløtur, spurnakapping og møguleiki verður at gera stuttlig bókamerki ella onnur jólagávuhugskot.

 

Løkshøll frumsýning av heimildarfilminum “ Starin í Stovuni’ eftir Høgna Mohr verður í Løkshøll sunnudagin. Ein sera forvitnislig filmsýning úr Funningi.
Kunning um øll tiltøkini er at síggja á facebook vanganum; ‘Býarskái í Runavík’ og á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

Ja – vit seta hol á eina rimmar jólasølu. Hví ikki vera í góðari tíð í ár og hugna tær samstundis?

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum