Dreymurin hjá Levi Joensen
Summarið 1972 var undirritaði við 60-tonsaranum Byrgið KG 148. Vit royndu við línu undir Føroyum og ísaðu fiskin niður í lastina. Skipari var Levi Joensen (1933-2021), Levi hjá Dáva. Onkran túrin var lastin full, umframt at fiskur var á dekkinum, tá ið vit komu aftur.
(grein úr blaðnum)
Ein dagin, vit skaffa í lugarinum – Kristian Eliasen, Kristian í Vági, var kokkur – sigur Levi frá einum dreymi, honum sum skipara á Stellu Karinu (seinni Rasmus Effersøe) hevði verið fyri. Teir vóru á hemaraveiði úti fyri amerikonsku strondini, drógu svart, og Levi fær í dreymi boð um at sigla suðuryvir. Levi legst ikki á boðini, og teir koma í rokfiskiskap.
25 ár seinni, heystið 1997, frætti eg, at Levi og Greta vitjaðu í Klaksvík. Tey virkaðu tá í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals. Eg fór á gátt á Vágsheygnum og bað Levi siga mær úr hendingaríka lívinum. Hetta var hugvekjandi samrøða. Um dreymin segði Levi soleiðis:
“Í 1964 vóru vit á hemaraveiði við Stellu Karinu. Royndu í kantinum eystur úr Cape Cod. Fiskaríið var sera smáligt hjá øllum hemarabátunum. Teir lógu ógvuliga spjaddir. Vit tosaðu saman um kvøldarnar at vita, hvussu gingist hevði. Eingin bátur fekk nakað: fýra hemarar, sjey hemarar, fimtan hemarar, vit vóru bara í dýrastu neyð.
Ein dagin, vit liggja og draga, ikki eitt livandi at fáa, leggi eg meg eina løtu seinnapartin og droymi ein meira veruligan dreym enn vanligt. Eg eri staddur í einum føðingardegi í einum gomlum húsum. Alt ómálaðir veggir við breiðum fjalum upp og niður.
Tað var, sum vóru vit inni hjá Lamba-Jóhan, grannanum. Hýrurin var góður, og nógv fólk til borðs. Teir, ið sótu mær næstir, vóru Jóannes bróðir, Jógvan Isaksen og John Høj. Nógv onnur kend fólk vóru eisini. Har tyktist gott at vera.
Nú gongur hurðin. Í gongini stendur ein gamal maður, heldur niður á lásið og sigur klárt og týðiliga: “Levi kom út!” Eg sat í ovara borð og mátti fara fram við vegginum og út í gongina, har tað var heldur skýmligt. Maðurin bíðar, og vit fylgjast út í tún. Bert ein trappusteinur og vit standa úti í túninum.
Hann kemur tætt til mín, alt er so veruligt, leggur hondina á øksl mína, hyggur upp á meg við álvarsamum eygnabrái og sigur: “Eg haldi, at tit skulu fara suðureftir!” Rukkurnar í pannuni vóru stórar og grovar, og eg kendi væl mannin.
Eg klárvaknaði. Segði við meg sjálvan, at kann tað veruliga bera til, at tað, ið eg mangan havi hoyrt frá skipsmonnum og øðrum, er veruleiki!
Eg tørnaði út við einari vissu um, at nú fór at bera til. Vit drógu, til liðugt var, og so at sigla suðuryvir. Settu síðan suðureftir og at draga morgunin eftir. Vit fingu 197 hemarar. Settu aftur, 285 hemarar. Settu aftur, 452 hemarar og tríggjar svørðfiskar. Dekkið var smekkfult, vit máttu leggja stilt at reinsa og koyra niður. Tann 6. mai fingu vit 106, soleiðis at vit í fimm dagar fingu 1145 hemarar.
Eg hugsaði nógv um dreymin, eg hevði havt. Væntaði mannin at vitja meg aftur við góðum boðum, men tað hevur hann ikki gjørt. Men eina tíð eftir hetta rann tað so livandi fram fyri meg. Hesin maðurin, eg sá, plagdi at bera orðið fram fyri samkomuna. Tey, sum eg sat ímillum í føðingardegnum, vóru nøkur teirra, eg samlaðist við um orð Guds. Áðrenn vit fóru, hevði eg boygt míni knø við seingina og biðið Harran signað túrin, og hvørja ferð, eg legðist, hevði eg bøn og átti biðjandi heima.
Tí taki eg henda dreymin soleiðis: “Hesa ferð skal eg vísa tær Levi greitt, hvør eg eri, og eg skal geva tær ríkiliga av hond míni. Harrans navn verði ærað.”