Vantandi lóggáva førir til alment umsorganartrot
Javnan hoyra vit, at børn og vaksin við breki detta niður ímillum ymisku skipaninar. Tey, ið verða rakt, ganga oyðimarkargongdir, soleiðis sum vit hava hoyrt bæði foreldur og fosturforeldur greitt frá í tíðindunum hesa vikuna.
Ein orsøk til hesar syrgiligu søgurnar er, at barnaverndarlógin og lógin um almannatrygd og tænastu ikki tryggjar heimansettum børnum, sum bera brek nóg góða umsorgan. Lóggávan heimilar hvørki at seta styrktar ella serkønar familjur sum fosturforeldur. Orsakað av hesum búgva fleiri børn, sum kundu búð í góðum fosturheimum, á stovni, antin í Føroyum ella í Danmark. Serliga er tað lønin og stuðulin til fosturfamiljurnar sum haltar.
Ábyrgdin umskarast
Ein annar trupulleiki eru markamót millum ymisku skipanirnar. Hetta hava vit eisini sæð innan eldraøkið, har tað bleiv neyðugt at seta eina markamótsnevnd. Men hon tekur sær bert av markamótsmálum millum kommunalu heimatænasturnar, sjúkrahúsverkið og Almannaverkið. Tí er tað alneyðugt, at ein markamótsnevnd verður sett til at taka støðu í málum, sum umfata fólk við breki, soleiðis at tey ikki skulu noyðast at bíða í áravís eftir hjálp.
Tørvur á royndarskipanum
Í § 34 í lóg um barnavernd stendur, at landsstýrismaðurin kann seta í verk royndarskipanir viðvíkjandi stovnum til børn, ið eru fevnd av hesi lóg. Við góðum samtarvi ímillum Almannaverk og Barnaverndartænastunar, hevði væl borið til hjá landsstýrismanninum at sett slíkar royndarskipanir í verk. Tað skal ikki nógv til at samskipa tær tænastur, sum Barnaverndartænasturnar og Almannaverkið nú veita, til royndarskipanir fyri tey fáu børnini, sum hava hendan serliga tørvin.
Verandi fosturforeldraskipan:
Útreiðslur í sambandi við fosturuppihald, sum kommunurnar halda fyri, sbrt. kunngerð nr. 193 frá 22. desember 2021 um broyting í kunngerð um samsýning til fosturforeldur:
Lønin til vanligar fosturfamilju við hægsta faldi er í dag:
Fosturløn 122,52 x fald 7 x 365 : 12 =26.086,55 kr.
Vistarhald (skattafrí upphædd): 161,33 x 365 = 4.907,12 kr.
Lummapeningur til børn frá 3 ára aldri.
3-6 ár er gjaldið 40,82 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 86,74 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 112,26 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 178,59 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 280,64 kr.
Útreiðlsur fyri stovnan er upp til 8.474,24 kr.
Umframt kunnu fosturforeldur søkja um játtan til aðrar útreiðslur, ss. konfirmatión, uttanlandsferðir og eyka útgerð í sambandi við skúla og frítíðarítriv.
Almannaverkið hevur eisini upplýst, at tey vanliga játta 8 tímar um vikuna og í serligum førum 16 tímar um vikuna til stuðul til børn við breki.
Við verandi lóggávu um fosturløn, fara fosturforeldur við førleikum at taka sær av børnum við serligum tørvi, niður í løn, tá tey játta at gerast fosturforeldur. Men tað kemur óvart á tey flestu, at tey í allar mátar verða viðgjørd sum ein vanlig familja við barni við breki. Tað kann ikki vera rætt, at ein familja, sum átekur sær at taka eitt barn við breki til fosturs, skal hava fíggjarligar útreiðslur av tí.
Danska skipanin:
Í Danmark hava styrktar og serkønar fosturfamiljur heilt aðrar lønartreytir, sum ger tað møguligt at taka so stóra ábyrgd á seg. Til ber at lesa meira um tað í Håndbog for plejefamilier: https://familieplejen.kk.dk/praktisk/plejefamiliens-haandbog-kontrakt-og-vilkaar.
Møgulig royndarskipan:
Tað hevur veruliga skund at gera nakað, tí beint nú líða føroysk børn undir einari skipan, sum ikki virkar til besta fyri tey.
Í Danmark hava styrktar og serkønar fosturfamiljur heilt aðrar treytir, sum ger tað møguligt at taka so stóra ábyrgd á seg.
Ein skipan eftir sama leisti, sum specialiserede plejefamilier í Danmark arbeiða undir, kundi verið sett í verk sum ein royndarskipan, so leingi vit ikki hava fingið neyðugu lógarbroytingarnar.
Kostnaður fyri børn á stovni og til fosturs:
Eitt stovnspláss í Eind 10 kostar, sbrt. fíggjarlógini fyri 2022, 1.347.000,00 kr. árliga.
Kommunurnar gjalda í dag áleið 372.000 kr. árliga til Almannaverkið fyri børn á stovni.
Samlaði kostnaðurin fyri eitt stovnspláss sær sbrt fíggjarlógini út til at vera 1.719.000 kr.
Hægsta fosturløn í Danmark er 713.700 kr. árliga. Tað vil siga, at hóast fosturforeldrini fingu hægstu fosturløn, so hevði sparingin hjá landinum verið stór.
Føroysk børn líða alment umsorganartrot
Vit mugu staðfesta, at heimansett børn við breki ikki eru líka fyri lógini í mun til onnur børn, sum hava tørv á heimansetan í fosturfamilju. Forðingin tykist vera markamót, har ábyrgdin hjá Barnaverndartænastuni og Almannaverkinum umskarast.
Eg eri samd við stjóranum í Almannaverki, tá hann sigur, at tað er neyðugt at seta seg saman at finna eina loysn. Tað skal eisini vera mín inniliga áheitan á avvarðandi myndugleikar um sum skjótast at taka hetta álvarsmálið upp og sum skjótast at finna eina loysn.
Rúna Sivertsen
Sosialráðgevi