Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áron Vest bjóðar seg fram fyri Sambandsflokkin

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  15.11.2022 - 19:34 Lesarabrøv Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

TAÐ VAR HEITT Á MEG – OG EG TÓK AV!

Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum, heitti á meg um at stilla upp, og tað havi eg takka ja til. Eg bjóði meg tí fram, á listanum hjá Sambandsflokkinum, til løgtingsvalið 8. desember 2022.

Ynskir tú ein ungan mann - hóast sín unga aldur - ið hevur nógvar vinnulívsroyndir, bæði í Føroyum, altjóða og í danska militerinum, at tala søkina hjá tí vanliga føroyinginum, so vil eg siga tær, at míni hjartamál eru hesi:


Minni skrivstovuveldi, meiri frælsi!
- Ongin, ið tørvar sálarliga ella likamliga hjálp, skal kenna seg sum ein sjonglørbólt, kastaðan millum eina labyrint av einum skrivstovuveldi. Tað skal vera lættari at liva og virka í Føroyum.

Vanligi føroyingurin skal hava meir eftir, av sínum egnu pengum!
- Eg ynski at draga presiss somu sosial-liberalu linju sum Sambandsflokkurin, tí tann vanligi føroyingurin skal kunna hava meir eftir, av sínum egnu, hart tjentu pengum.

Ferð skal á prosjektið um Suðuroyartunnilin!
- Vit skylda suðuroyingum ta virðing, at fáa meiri ferð á prosjektið um Suðuroyartunnilin. Tað eru mong, ið hava merkt tørvin á skjótari atgongd til m.a. Landssjúkrahúsið, heilt tætt at kroppi. Vit skylda teimum at fáa ferð á.

Eitt heilsuverk í heimsklassa!
- Vit hava longu eitt gott heilsuverk, men tað kann gerast enn betri. Sjúklingurin skal í endurnýggjað fokus og fáa skjótari atgongd til alla hugsandi hjálp. Eg ynski eitt heilsuverk, sum øll hava ein dreym um at arbeiða fyri.

Vit skulu hava politikk í eygnahædd og politikkurin skal útaftur til fólkið!
- Allir føroyingar, óansæð hvørji tey eru, skulu kenna tað, at politikkarir tosa í eygnahædd. Tí ynski eg, at fáa politikkin út aftur til fólk – og lurta eftir øllum føroyingum, ið hava eina hugsan um, hvussu politikkarin kann gera teirra lív lættari at liva.


Tekur tú undir við hesum? So kundi tú kanska umhugsa at valt meg inn á Føroya Løgting
Eg hevði verið ómetaliga takksamur fyri títt álit, og tína atkvøðu!

Áron Vest
politikkaron@gmail.com // +298 588873

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…