Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyritøkan, KBI varð stovnað av Karl Birgir Isaksen í 2002 | Mynd: Dávur Winther

Netverksfundur hjá KBI

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  17.11.2022 - 13:04 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgin bjóðaði Vinnulívsráðið til netverksfund hjá KBI í Klingrugarði.

KBI-fyritøkan var vertur fyri hesum fundi, men bjóðaði Jan Petersen, formaðir í Vinnulívsráðnum vælkomin.

Jan greiddi frá, at Jógvan við Keldu, samskipari hevði fingið fundin í lag saman við Karl Birgir Isaksen, sála fyrst í oktober. Tað setti sjálvandi hvøkk í, tá ið Karl Birgir bráðliga varð tikin burtur. Men høvdu tey valt at halda fast í fundinum, tó at hann var fluttur eitt sindur.

Hetta varð gjørt saman við teimum avvarandi og fyritøkuni annars, og var væl av fólki møtt upp til fundin í morgun.

Jan Petersen bað fundarfólki reisa seg og minnast Karl Birgir Isaksen eina stund, áðrenn fundurin annars helt fram, sum varð gjørt.

Rói Clementsen, sølustjóri greiddi síðani frá KBI, sum var stovnað av Karl Birgir Isaksen í 2002 og helt fyritøkan í fyrstu syftu til í gamla fjósinum hjá Kjølbro við Heygavegin.

Árið eftir 2003, kom Victor Dánjalsson upp í fyritøkuna og hevur verið við síðani sum ein sera tænastuveitandi og alt-vitandi maður.

Teir fingu í 2004 umboð fyri Castrol, sum rættiliga setti ferð á fyritøkuna. Árið eftir í 2005 bygdi KBI kendu høllina og handilin í Klingrugarð. Eisini er KBI partur av og eigur í kendari útkendskari handilsketu, Topco. Virksemið er bara støðugt og lagaliga vaksið, sum árini eru liðin, greiddi Rói Clementsen frá.

KBI veitir ymsar tænastur og ráðgevingar til fyritøkur. M.a. tí settu teir í 2008 rættiliga tekniska ráðgeving á stovn og settu í hesum sambandi Jógvan Isaksen, maskinmeistara í starv at røkja hesa uppgávu.

Umsetningurin, sum hevur verið støðugt vaksandi er mettur til at liggja um 37 mill í 2022.

KBI hevur størt netverk innan sín handil og tænastur: Skip, alivinnuna byggivinnuna, heilsuøkið, framleiðslur av ymiskum slag,  hotel- og cateringvinnuna og privatkundar eisini. Stóri dagligi handil til byggivinnuna við stórari goymslu er eitt av stekru vørumerkjunim hjá KBI, og hava teir eini 350 veitaraavtalur.

Tænasta - Góð tænasta er aðalmálið, sum Karl Birgir Isaksen hevur lagt í okkum, og ætla vit okkum at halda fram við tí, segði Rói Clementsen, sølustjóri.

Rói nevndi eisini ymsar fyritøkur, KBI hevur yvirtikið í seinastuni: Pólar, Skimma, Solberg, Tín lásasmiður.

Málið er í komandi ári at víðka um virksemi við enn størri handli, og merkir hetta eisini, at tey hava ætlanir um at byggja nýggjan goymslubygning á nýggja ídnaðarøkinum við Borðoyarvík.

Nethandil er eisini eitt mál og aðrar verkætlanir, sum Rói ikki kundi koma so nógv nærri inn á nú á góða og upplýsandi netverksfundinum í dag. Fyritøkan telur 23 starvsfólk.

Sanniliga ein fjølbroytt og spennandi fyritøkuna, sum verður ynskt alt tað besta, serliga eftir broyttu umstøðurnar!

Hetta var seinasti netverksfundur hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í ár - 65 fyritøkur eru limir Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini