Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jarðareigarar hava lógina á sínari síðu

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen  |  23.11.2022 - 09:46 Politikkur Tíðindaskriv

Sjálvstýri vil tryggja, at ferðavinnan ikki misnýtir ognir hjá øðrum fyri egnan vinning, og vit vilja tryggja, at ferðavinnan ikki oyðileggur okkara náttúru. Tí skal rættarstøðan hjá føroysku jarðareigarunum varðveitast og verjast. 

 

 

Í komandi samgongu fer spurningurin um ferðavinnu og hvørsmansrætt aftur at stinga seg upp. Hetta er eitt mál, ið kann fáa ógvusligar fylgjur, ikki bara fyri bóndur og jarðareigarar persónliga, men fyri náttúruna, djóralívið og landbúnaðin í Føroyum.

Til seinasta val var tað eyðsæð, at fleiri politikkarar hjá Framsókn høvdu stóran persónligan áhuga fyri hesum evni. Og hesar sjálvsøknu røddir ljóða enn. Tað kennist ófrættakent.

Tað skuldi tó ikki verið nakar trupulleiki, tí jarðarlóginar eru greiðar og góðar. Og tí skulu tær sjálvandi varðveitast.

Trupulleikin fyri ferðavinnu-lobbyistarnar er, at føroyski jarðareigarin hevur lógina á sínari síðu. Strategiin við øsingini um “Gongd í Haga”, er at gera rættarstøðuna veikari hjá teimum, sum eiga og umsita jørð í Føroyum. Endamálið hjá Visit Faroe Islands er at sleppa ókeypis framat náttúrutilfeinginum, sum onkur annar eigur, so nakrir heilt fáir ferðavinnukongar í Havn kunnu fylla sínar lummar.

Vit í Sjálvstýri fara at staðfesta og styrkja rættarstøðuna hjá jarðareigarunum úti um landið, so hópferðavinnan ikki sleppur at hópoyða okkara mentan og náttúru. Um ferðavinnan veruliga skal verða góð fyri okkum øll, so má hon laga seg til okkum, heldur enn vit eftir henni. Ferðavinnan skal, um nakað, kasta rættvíst av sær úti í lokaløkjunum. Og hon skal stýrast, so hon ikki sleppur at oyðileggja okkara náttúru.

Eg taki fult undir við boðskapinum hjá bøndum og óðalsfólki. Teirra einfalda uppskot er greitt og gott. Sjálvandi skulu tey, sum hava best skil fyri náttúruni, varðveita rættin at verja náttúruna. Hetta er ein jaligur boðskapur, sum kann tryggja, at Føroyar veruliga gerast eitt burðardygt ferðavinnuland. Bæði sosialt og fíggjarliga og umhvørvisliga.

Ognar- og ræðisrætturin
Tey sum varða av jørðini úti um landið hava eina sterka rættarstøðu. Tey eiga tinglýsta og lógarfesta rættin til suverent at gera av, hvat skal ganga fyri seg í teirra høgum. Um annað brúk skal verða av ávísum høgum, kann hetta ikki lógliga gerast uttan at hagin hevur góðtikið tað. Er talan um inntriv, sum hava broytingar við sær fyri brúkið av haganum, skal tann sum fremur inntrivið gjalda endurgjald fyri hetta. Sostatt kann ongin loysn fáast á málinum um hagagongd, um ognarrætturin ikki verður virdur. Og viðvíkjandi gongd í haga ítøkiliga, hava fleiri løgfrøðingar staðfest ferð eftir ferð, at lógin og rættarsiðvenjan er konsekvent: Eingin hevur loyvi at ganga í haganum, uttan við loyvi frá tí sum hevur rættin. Sostatt eru tað einans hagapartarnir, ið hava rætt til at áseta treytir. Sjálvsagt kunnu hesi og onnur viðurskifti skipast, í avtalu millum jarðareigarar og myndugleikar. Ein slík avtala kundi t.d. givið øllum borgarum í Føroyum loyvi at ganga privatar túrar í haganum, ókeypis, og undir lagaligum treytum. Til dømis við einum almennum føroyskum borgarakorti. Tað einasta sum krevst, er at avgerðarrætturin hjá jarðareigarunum verður virdur: At øll tryggja sær loyvi, áðrenn farið verður í hagan. Einfalt og gott.

Samtykkisgrundað skipan
Sambært lóg og aldargamlari siðvenju, krevst samtykki, áðrenn farið verður í hagan. Og sum Óðalsfelagið og Bóndafelagið mæla til, so eigur hetta samtykki eisini at verða grundarlagið fyri allari ferðslu í høgunum frameftir. Gjørd verður ein talgild skipan, við skrásettum ferðamálum í náttúruni, sum eru góðkend og umsitin av teimum sum varða av jørðini í felag. Einstøku hagapartarnir kunnu tá lætt og einfalt geva loyvi, t.d. til privatar túrar hjá føroyingum at fara ókeypis, og til føroyskar ferðaleiðarar sum fyriskipa vinnuligar túrar fyri ferðafólkum. Skipanin kann á smidligan hátt gera mun á privatari gongd í haga, og vinnuligari gongd í haga. Ein samtykkisgrundað skipan gevur føroyingum serstakar sømdir, og áleggur útlendingum serstakar treytir. Skipaði viðurskifti, til gagns fyri okkum øll. Er tað ikki hetta vit øll ynskja?

Lunnindi
Rætturin at dríva ferðavinnu í haganum er ikki ein hvørsmansrættur, sum summi halda. Tað er ein serrættur ið fylgir við jarðarognini, við somu løgfrøðiligu støðu sum allir aðrir lutir og lunnindi ið liggja til jørðina, t.d. rætturin til veiðu í fjøru, haga, áum og vøtnum. Tey sum eiga hendan serrættin, eiga eisini rætt til at selja rættin, og rætt til at brúka hann til at fáa eina inntøku. Og tað eiga vit at unna teimum, so inntøkan frá ferðavinnuni verður lutað meira javnt og rættvíst út um alt landið. Sostatt eru tað einans hagapartarnir, sum kunnu góðkenna, og gera avtalur við føroyskar ferðaleiðarar um hagatúrar. Tí skal gjaldið fyri ferðslu í høgunum fella í fyrsta liði, hjá teimum sum eiga jørðina, og til teir føroysku ferðaleiðararnar, sum gera avtalu við hagarnar.

Vernd av náttúru, djórlívi og landbúnaði
Tey sum varða av jørðini hava ábyrgd og umsorgan fyri høgunum, og tey hava eina serliga skyldu til at tryggja, at árinini á brúk, lendi, fuglalív v.m. til eina hvørja tíð kunnu avmarkast mest møguligt. Harafturat hava tey neyðugu lokalu vitanina, og eisini rættin til at gera av, hvussu gongd í høgunum best kann skipast, við atliti til lokala trygd, og lokala vernd av náttúru, djóralívi og landbúnaði. Sama er galdandi her sum omanfyri nevnt: Sjálvsagt kunnu hesi og onnur viðurskifti skipast í avtalu millum jarðareigarar og myndugleikar. Tað einasta sum krevst er ein virðing fyri ognar- og ræðisrættinum. M.a. skulu tey kunna avmarka tað, sum órógvar djóralív og landbúnaðarvirksemi, eitt nú í.s.v. kyrring, røkt, fjallgongu og veiðu v.m. Onkuntíð er eisini neyðugt at steingja økir, ella áleggja serskiltar gonguleiðir, fyri at verja viðkvom náttúruøki ella fyri at tryggja fólk móti vandamiklum støðum. Sera umráðandi er eisini at tryggja frið í høgunum, í serliga viðkvomum tíðarskeiðum, í lembingartíðini, í bútíðini hjá heiðafugli, v.m.

Samanumtikið
Javnaðarflokkurin royndi við sínum vanvirðisliga uppskoti at gjøgnumtrumfa ein hvørsmansrætt í Føroyum. Men hetta er rein populisma. Tey sparkaðu í veruleikanum bara eina opna hurð inn. Tí borgarar í Føroyum kunnu longu, undir treytum og avmarkingum, fáa loyvi til at ganga í haganum. Sostatt er als ikki tørvur á nakrari nýggjari lóg, tí verandi lógarverk longu tryggjar føroyingum hendan møguleikan. Aloftast hava tey sum eiga jørðina als einki ímóti, at føroyingar fara sær ein privatan túr í hagan. Um tað ikki verður mett til ampa ella skaða fyri náttúru, vøkstur, djóralív og landbúnað, so siga tey nærum ongantíð nei. Men tað kann tó koma fyri, at tey verða noydd at nýta sín rætt, til at nokta fólki at fara, ella til at seta ávísar treytir. Og har eru fleiri umráðandi orsøkir til, at hesin rætturin er skilagóður, og skal varðveitast.

Ognar- og avgerðarrætturin hjá teimum sum varða av jørðini er avgerandi, bæði fyri persónliga og vinnuliga frælsið hjá borgarunum. Men ognar- og avgerðarrættuin er eyðsæð eisini týdningarmesta amboðið til at verja vøkstur, djóralív og landbúnað í Føroyum. Og tí fari eg sjálvandi at gera alt eg kann, fyri at tryggja hendan rættin. Eisini aftaná løgtingsvalið.

Hjalmar Zachariassen

Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summir samfelagsbólkar verða skattaðir a…
Allir føroyingar eiga at sleppa at njóta…
Trygg vælferð og rættvíst ískoyti til he…
Russara­sáttmálin
Jóla­trø­ini í KALSOY
Tjóðsangu­rin, felagsskapu­rin og íblástur…
Crescendo á fyrsta sinni á Skúlatrøð
Aftursvar til Tord J Niclasen
Øll skulu hava møguleika til varandi bús…
KREPPUHJÁLP TIL BREKØKIÐ - TALSFÓLK ER N…
Hví skulu vit melda okkum inn í alheims…
Tunnilin í Gøtudali
Lítil virðing fyri starvs­fólku­num elvir…
Hevur familjan tað gott, so hevur vinnan…
VALFUNDUR UM FÓLKA­SKÚLAN Í AULUNI Á NÁMS…
Hugleiðing um búskaparstøðuna - fyri at…
Faðir og barnið
Vit ungu eru framtíðin
Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkis…
Kynda undir film – meira film