Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avtakið mótrokningina í fólkapensjónini

SKRIVAÐ: Heðin Mortensen  |  23.11.2022 - 17:04 Politikkur Tíðindaskriv

Javnaðarflokkurin metir, at øll, sum kunnu arbeiða, eiga at arbeiða. Vit hava tørv á øllum hondum, men tað skal ikki ganga útyvir hvørki frítíð ella familjulív.

Vit hugsa helst sjáldan um, at nærum triðingurin av øllum føroyingum eru pensjónistar. Og alt ov lítið verður hugsað um, at ein stórur partur av hesum framvegis vilja arbeiða, um tað so bara er hálva tíð ella nakrar tímar um vikuna.

 

Høvuðsorsøkin til, at mong av hesum ikki arbeiða er, at hvør forvunnin króna verður mótroknað í pensjónini.

 

Eg fari at arbeiða fyri, at mótrokning í pensjónini verður strikað.

 

Vit eiga ein stóran hóp av væl skikkaðum, frískum eldri medborgarum,

sum fegin taka eitt tak av og á, um tað loysir seg. 

 

Fyri at økja arbeiðsmegina mælir Javnaðarflokkurin tí til, at avtøka av mótrokningina í fólkapensjónini beinanvegin verður kannað.

 

Heðin Mortensen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Lýsing