Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentan og list

SKRIVAÐ: Geir á Lofti  |  25.11.2022 - 08:00 Politikkur Tíðindaskriv

Geir á Lofti vil raðfesta listafólk, tí ofta eru hesi lítið vird í dag, men serstakliga høg í metum, tá samtíðin er ein onnur. Mentanararvurin verður borin á teirra herðum, sum mynda hana á so ymsan hátt – eittnú sjónleikur, tónleikur málningar, yrkingar, fagrar- og yrkisbókmentir o.s.fr.

Størsta ynski hjá listafólkum er at fáa til vega hølir. Eitt nú kunnu kommunur og landið fíggja hølir við neyðugum umstøðum og útgerð. Síðani kann listafólkið gjalda sámiliga peningaupphædd fyri leigu av hølinum. Hetta má raðfestast, tí í Føroyum eiga vit hópin av dugnaligum listafólki, og slík raðfesting stimbrar listafólki og kveikir teirra hugflog. Poul F. Joensen, sum í dag er høgt virdur yrkjari, skrivaði í yrkingini, “Hørpuspælarin”, at hann “… trælur var 99 dagar, granskari, skald í ein… “. Poul F. sipaði sjálvandi til, at hann ongantíð fekk viðurkenning fyri ella stuðul til sítt virki, sum vit gleðast um í dag. Ímyndi tykkum, um hann kundi siglt sum fullriggað seglskip við øllum rigningi – hvør veit, um ikki enn størri mentanarskattur lá eftir hann.

 

Ferðslutrygd og seyðurin úr býnum

Geri vil vetrarfriða bygdu økini – serstakliga økini við tungari ferðslu, tí seyðurin kann hótta ferðslutrygdina. Á vegnum eru vit sárbar, og ofta sárbarari enn vit geva okkum far um.

Ferðsla og borgarin skal takast fram um seyðin í bygdum øki, og eisini fram við landsvegin. Ferðslutrygdin skal raðfestast við lóg, tí er tað sera óheppið, at vandi kann standast av, at seyður ferð sunnudagsgongutúr yvirum vegin í somu løtu, sum tú kemur koyrandi 80 km/t.

 

Kostnaðarlítil átøk fram á grønu leiðini, sum muna

Tá tosa verður um CO2-útlát, er eyðsæð, at vit eru á rættari kós, men grøna orkuumleggingin tekur tíð.

Trøð, sum muna. Harafturímóti er gróðurseting av trøum haldbar loysn, sum andøvar ímóti útláti. Eisini eru økir, har skriða og líknandi kann hótta ferðsluna, og trø/buskar festa jørðina, tí røturnar rigga sum eitt trygdarnet, sum heldur jørðini og grótinum. CO2-útlát súgva trøini í seg, goyma hetta køvievni og skapa hetta evnið um til ilt (O2).

Trøð skapa lívd (tekur laminaran vind), soleiðis, at vindurin slakar, tá hann strýkur millum trøini og avmáttast. Tá so trøðini eru hávaksin, kann seyður, og onnur djór, finna sær lívd millum trøini. Hagafuglalívið veksur eisini, har trøini eru, og økini verða vakrari.

 

Um tykkum hóva hjartamálini

Seti so kross við Geir á Lofti til løgtingsvalið 2022

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur