Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Suðurætt næstan alt vikuskiftið hesaferð - og regn næstan alla tíðina. Eisini hitalagið er støðugt, fer at liggja um 8 til 11 stig. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.11.2022 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fara lágtrýst at ganga ímillum Føroyar og Ísland. Tí fer ættin at vera um sunnan, við onkrum avstingara onkra løtu eystur- ella vestureftir.

Nú seinnapartin er vindferðin 10 til 15 m/s av landsynningi, tað er skýggjað og regn. Tíðliga í kvøld fer ættin at støkka vesturum til útsynning, og tað fer at slíta í – tó okkurt ælið – meðan vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s.

Í nátt lækkar ættin niður í sunnan, og í morgin ári fer at regna. Tað fer at regna eitt sindur illa fyrrapartin, so eitt sindur minni seinnapartin, og í annaðkvøld regnar illa aftur og restina av vikuskiftinum – t.e leygakvøldið, sunnunátt og allan sunnudagin. Ikki líka illa alla tíðina, kanska onkur løta við ongum avfalli, men ongantíð ordiliga turt.

Fyri at koma aftur til vindin, so er suðurætt leygardagin og sunnudagin. Vindferðin eitt sindur jøvn, 8 til 13 m/s leygarmorgun og -dag, 10 til 15 m/s leygarkvøld.

Sunnunátt og -morgun eru aftur 8 til 13 m/s, sunnudag 13 til 18 m/s, og so minkar aftur sunnukvøldið niður í 8 til 13 m/s.

Hitalagið alt vikuskiftið fer at liggja um 8 til 11 stig.     

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin sunnudagin
Torra-Konsert í Varpinum
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Lýsing