Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræshald í Ánunum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  28.11.2022 - 21:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fitt av fólki var samankomið, mánakvøldið, 28 november, tá ið jólatræið í Ánunum varð tendrað. Hornorkestrið spældi nøkur jólaløg og Birgit Sivertsen las eina jólasøgu eftir frásøgn frá pápanum, Birgiri Sivertsen.

Sylvia Thomsen bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð til minnis um Marjun Biskopstø:

Síðani vit savnaðust her seinast, er okkara fitta Marjun farin frá okkum. Vit minnast hana í takksemi fyri alt tað, sum hon gav okkum í Edmundstrøð. Hon elskaði, tá vit savnaðust og var altíð klár til at hugna um felagsskapin, og hon elskaði hesar løturnar við jólatræið. Vit minnast hana í tøgn”.

Síðani las Birgit jólasøguna, sum pápi hennara hevur fortalt. Børnini vóru so pinnastill meðan søgan varð lisin. Aftaná bjóðaðu tey í Edmundstrøð ein drekkamunn, smákøgur og jólagóðgæti afturvið.

Jól á Bakkanum – jólasøga fortald av Birgiri Sivertsen

Tá eg var lítil búðu vit í einum lítlum húsum, sum stóðu niðri við sjóvarmálan. Tey kalla tað niðri á Bakkanum. Í kjallaranum var neyst, og har stóð maskinbáturin hjá Martin, pápabeiggja mínum. Eg var umleið sjey ára gamal, hesi jólini, eg fari at fortelja tykkum um.

Húsini hjá okkum vóru sera lítil, tí tað var í grundini bara eitt neystaloft, vit búðu á. Har var stova og køkur, kamarið hjá mammu og babba - og so kamarið, sum eg og tær tvær eldru systrar mínar svóvu í. Men eg elskaði húsini hjá okkum – har var mítt kongaríki á jørð.

Har var so stuttligt at búgva, tí fjøran og sjógvurin vóru beint uttanfyri hjá okkum. Har spældu vit smádreingir dagin langan. Vit fangaðu krabbar og tarabrosmur, og har var altíð okkurt nýtt, sum mann ikki hevdi sæð fyrr. Um heystið fangaðu vit nógvan seið, sum hevði rent seg á land. Tad var sera stuttligt, og kettan dámdi væl fisk, so hon fylgdi væl við, hvat rørdi seg har nirði í fjøruni. Tá tað var høg flóð, fløddi sjógvur heilt niðan í kjallaran hjá okkum, og eg kundi standa inni í kjallaranum og fiska. Tað var stuttligt, skal seg siga tykkum.

Vit høvdu onga oljufýring, men brúktu kol at hita húsini við. Pápi mín var ofta til skips, so tá hann var burtur, mátti eg oman í kjallaran eftir koli og so uppá aftur at kyka í komfýrinum. Vit høvdu heldur onga vesikummu. Ístaðin høvdu vit ein trækassa, sum kallaðist bukka. Bukkan var eitt slag av vesi, og hon stóð niðri í kalda kjallaranum, har tað ofta var sjógvur inni. Bukkan var ein trækassi við einum holi í, og undir holinum stóð ein spann.

Tá ið spannin var full, fóru vit í fjøruna við henni at tøma hana. Slíkt er ikki loyvt í dag. Tað var hugnaligt at sita á bukkuni, tá tað var hægsta flóð, tí tá kom sjógvurin heilt niðan, og tá kundi eg sita á bukkuni og fiska ella hava ein bát siglandi har. Men um veturin var ræðuliga kalt at fara á bukkuna. Serliga systrar mínar troystaðu sær illa, tá tað var frost.

Eitt kvøldið stutt fyri jól vóru eg og mamma í kjallaranum. Mamma spulaði og gjørdi reint til jóla, og eg fekst við okkurt. Neystahurðin stóð opin, og sjógvur fløddi næstan niðan til hurðina. Knappliga sá eg okkurt blankt í sjóvarmálanum. Tað var so myrkt, at eg sá ikki rættiliga, hvat tað var. Eg má viðganga, at eg var eitt sindur bangin, tí eg hevði ofta hoyrt fólk snakka um, at ein sjókúgv helt til undir Jakkusabrúgv.

Jakkusabrúgv var ein atløgubryggja til smábátar. Men eg var so forvitin at vita, hvat hetta blanka mundi vera fyri nakað, so forvitnið vann á óttanum. Eg mátti vassa longur oman fyri at síggja, hvat tað var. Tá eg hevði vassað so langt, at sjógvurin kom næstan upp undir knæ, sá eg hvat tað var. Har lá ein stórur toskur og spraklaði fyri lívinum. Hann hevði rent seg fastan og slapp ongan veg. Eg stríddist eina løtu fyri at fáa hendur á toskinum, sum var so hálur at taka í og ringur at fanga. Men til endan eydnaðist mær at fáa undir kjálkan á honum, og eg dróg hann niðanfrá.

Eg var ”mega” stoltur, og mamma var so glað um fiskin. Mamma og eg kruvdu toskin, sum hevði fullan maga av livandi tarabrosmum. Síðani gjørdi mamma jólafrikadellur, og vit vóru øll samd um, at hetta vóru tær bestu frikadellur, vit nakrantíð høvdu smakkað.

Vit gleddu okkum altíð sera nógv til jóla, til at Tjaldrið fór at koma. Altso, nú meini eg ikki við fuglin Tjaldrið, sum kemur til Føroya á Grækarismessu, men eitt skip, sum sigldi millum Føroyar og Danmark. Tá fingu vit altíð ein jólapakka frá mammubeiggja mínum, Hendrik, sum búði í Keypmannahavn. Vit fingu súrepli, appelsinir, perur og aðra frukt, sum ikki fekst nógv av í Føroyum tá.

Vit høvdu altíð jólatræ, sum bleiv pyntað lítla jólaaftan. Tað bleiv pyntað í stovuni, og vit børn sluppu ikki inn at síggja træið fyrrenn jólaaftan. Tað var ræðuliga leingi at bíða til klokkan seks jólaaftan, tí ikki fyrrenn tá læt mamma hurðina upp, og vit sluppu at síggja jólatræið.

Tað vóru livandi ljós á trænum, tí tá vóru ongar peruketur at fáa. Pengar vóru ikki so nógvir, tá eg var smádrongur, og tí vóru jólagávurnar ikki so nógvar. Hesi jólini, tá eg var sjey ár, hevði mammubeiggi mín sent mær ein stóran pakka. Hann var pakkaður í reytt jólapappír við nógvum nissum á. Eg var so spentur at sleppa at pakka upp, men eg mátti pent bíða, til vit høvdu etið.

Eg var svangur, og ræsta kjøtið smakkaði væl, men eg var so ótolin at sleppa at pakka upp, at eg hevði slett ikki stundir at eta. Langt um leingi fóru øll frá borðinum. Vit dansaðu um jólatræið og sungu jólasangir - og so fóru vit at pakka upp.

Fyrst fekk eg onkrar pakkar, har tað vóru hosur í og okkurt annað, sum eg ikki helt vera so spennandi. So kom pakkin, sum eg hevði glett meg til og verið so spentur at lata upp. Eg mundi ikki fingið bandið av, og babba mátti hjálpa mær at klippa tað. Endiliga fekk eg pappírið av – og inni í pakkanum var ein stórur reyður brandbilur. Ongantíð í lívinum hevði eg sæð ein so flottan bil.

Eg havi fingið nógvar flottar jólagávur síðani tá – og sjálvt um tað eru 63 ár síðani, eg fekk brandbilin frá mammubeiggja mínum í Danmark, so minnist eg tað enn, sum var tað í gjár.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik