Lýsing
Lýsing
Lýsing

Færri útlendskir bilar á Kalsoynna 

SKRIVAÐ: Jógvan Kallsgarð Joensen  |  07.12.2022 - 19:30 Lesarabrøv Politikkur

Samferðslan á Kalsoynni skal verða samhaldsføst, grøn og stimbra ferðavinnuna í oynni. Tað skal verða dýrari hjá útlendingum at sigla við strandferðsluni. Serliga um tey ferðast í bili. 

Samferðslan á Kalsoynni skal verða samhaldsføst, grøn og stimbra ferðavinnuna í oynni. Tað skal verða dýrari hjá útlendingum at sigla við strandferðsluni. Serliga um tey ferðast í bili. 

 

Tað eru ov nógvir bilar á Kalsoynni. Tað er ikki óvanligt at tað standa yvir 30 bilar á Trøllanesi. Meginparturin av teimum leigubilar. Bygdirnar eru ov smáar til bilarnir, og tað er strandfaraskipið Sam eisini. Sam tekur einans 12 bilar. Hetta ger tað, at flestu vitjandi, aftaná eina vitjan á Kallinum ella hjá kópakonuni, kappast um at sleppa aftur til Syðradals, fyri at tryggja, at tey sleppa yvir umaftur fjørðin. Hetta er ikki góður gróðrarbotnur fyri økismenning ella ferðavinnu á staðnum. 

 

Skal ein størri ferja røkja Kalsoyarleiðina, verður enn størri trýst á vegakervinum. Eitt vegakervi sum í dag als ikki nøktar tørvin sum er. Tí má alt infrakervið dagførast: vegirnir og tunlarnir skulu víðkast og tað skulu gerast nógv fleiri parkeringspláss, áðrenn vit hugsa um eina nýggja bilferju. Í fyrstu syftu eiga vit heldur at avmarka talið á bilum sum koma á Kalsoynna, tí ferðafólkini vilja vit gjarna hava. Eisini skulu vit taka eitt hægri gjald frá útlendskum ferðafólki, sum ferðast við Sam. Sambært Visit Kalsoy ferðaðust nærum 60.000 fólk tvørtur um Kalsoyarfjørð summarhálvuna í ár, og hetta er met. Meginparturin av teimum ferðandi vóru útlendsk ferðafólk. 

 

Høvdu útlendsk ferðafólk bara goldið eina 20 krónu afturat, so vildi tað lættliga borið til at fingið fleiri túrar um Kalsoyarfjørð fyri hesar pengarnir. Serliga eigur ein høgur prísir at verða fyri bilar við útlendskum bilførarum. Hetta vildi eggja útlendingum at sett bilin og heldur nýtt almennu ella privatu bussarnar í oynni og harvið skapt fleiri arbeiðspláss. 
Hetta er ein samhaldsfastari loysn, har øll eru við at rinda fyri infrakervið. Eisini útlendingar. Hetta er ein grønari loysn, tí vit fáa meiri felags ferðing við bussum. Hetta er ein loysn, sum hevði stimbrað vinnu á oynni við fleiri arbeiðsplássum. Bygdirnar og fólkið har býr høvdu havt betri umstøður til seg og síni, og betri møguleikum hjá ferðafólkið at lagt pengar eftir seg. 

 

Á Kalsoynni er ein verulig ferðavinna í eygsjón, takkað verið hugskotsríkum og fyrikomandi oyggjafólkunum. Ferðafólk eru vælkomin, men vit noyðast at avmarka talið á bilum, um vit framhaldandi vilja menna ferðavinnuna og varða um umhvørvið. 


Jógvan Kallsgarð Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB