Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey 10 politisku boðini

SKRIVAÐ: Óli Jákup Jacobsen  |  07.12.2022 - 21:30 Lesarabrøv Politikkur

10 av boðunum eg havi til eitt betri og ríkari samfelag, sum eg havi varpað ljós á í valstríðnum, eru:

Tey 10 politisku boðini
10 av boðunum eg havi til eitt betri og ríkari samfelag, sum eg havi varpað ljós á í valstríðnum, eru:
1.     Alivinnan skal hava góðar og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri firðirnar, sum hesir eru verdir
2.     Fiskivinnan skal somuleiðis hava góðar og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri kvoturnar, sum hesar eru verdar
3.     Vit skulu endurskoða gamlar vinnuligar stuðulsskipanir
4.     Smærri fyritøkur skulu rinda minni í kringvarpsgjaldi, tí hesar rinda í dag lutfalsliga nógv
5.     Útlendingar skulu viðurkennast sum annað enn arbeiðsmegi
6.     Listastuðul skal ikki stýrast av politiska myndugleikanum, men av fakfólki
7.     Ferðafólk skulu rinda meira enn súmbolskar upphæddir fyri at brúka okkara tyrlur, bussar og fergur
8.     Náttúruverndarlóg má samtykkjast
9.     Barnaøkið má hugsast av nýggjum, og onki barn má detta niðurímillum vegna ósemju um fígging
10.  Barsilsskipanin skal endurskoðast og taka fleiri atlit
Til síðst vil eg siga, at politikkur snýr seg ikki einans um at brúka pengar, men sanniliga eisini um hvussu vit iKKI brúka pengar. Vit skulu duga at raðfesta og at fáa meira fyri minni.
Allar greinarnar síggjast á míni Facebook-síðu umframt á ymiskum miðlum.
Gott val øll somul.
 
Óli Jákup Jacobsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
 
Um meg:
Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG