Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skiftandi ættir hesa vikuna. Lágtrýst koma vestaneftir beint ímóti Føroyum og halda annaðhvørt leiðina fram víðar eystureftir ella í landnyrðing. Seinnapartin av vikuni er aftur høgætt og vátakavaavfall. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.01.2023 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fara 3 lágtrýst at koma beint ímóti Føroyum, og so ganga víðari eystureftir ella í landnyrðing. Tey eru eitt sindur djúp, men talan er tó ikki um nógvan vind rundan um tey, tó eitt sindur av vindi fríggjadagin.

Tað fyrsta av hesum trimum lágtrýstum liggur beint norðan fyri Føroyar í morgun. Tí fer vindurin at mala úr ymsum ættum í dag.

Mikudagin fer tað næsta eystureftir beint sunnan fyri Føroyar. Eftir tað er høgætt við kaldari veðri, men longur hósdagin er tað næsta komið somikið nær vestaneftir, at ættin fer niðuraftur í eystan ella landsynning.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Um náttina 3 til 8 m/s av vestri, sum út á fyrrapartin lækkar niður í útsynning. Seinnapartin makar hann vindin upp í 5 til 10 m/s, og um kvøldið gongur hann upp aftur í vestan. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin mánadagin 3 til 7 stig.

Týsdag: Vestan, minkandi vindur úr 5 til 10 m/s á um náttin niður í næstan einki á middegi, skiftandi skýloft og ælaveður um náttina, men um morgunin klárnar, og tað slítur í. Seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, meðan tað er klárt í veðrinum og turt. Um kvøldið kemur hann av eystri og so landnyrðingi, vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, tað dregur samanum, gerst skýggjað og tað fer at regna.

Hitin týsdagin 3 til 7 stig.

Mikudag: Um náttina landnyrðingur, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í norðan, enn skýggjað og regn, men út á seinnapartin skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin mikudagin 2 til 5 stig.

Hósdag: Norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni og vátakava. Seinnapartin gongur hann niður í Landnyrðing og fer at veksa vindin upp í  10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður við regni og vátakava.

Hitin hósdagin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Fríggjadag: Landnyrðingur, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn ella vátakavaavfall. Um kvøldið norðan, 13 til 18 m/s, skýggjað og vátakavi.

Hitin fríggjadagin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…