Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leiðari til Visit Norðoy           

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  14.01.2023 - 15:00 Mentan Vinna

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum

 

 

Ynskir tú at arbeiða innan eitt øki í støðugum vøkstri ?

Ynskir tú at hava ávirkan og standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum ?

Ynskir tú eitt arbeiði við spennandi og avbjóðandi uppgávum ?

 

Visit Norðoy leitar eftir leiðara!

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum. Viðkomandi er álitisvekjandi, hevur hug at ganga á odda og kann vísa á royndir við leiðslu, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt starv, har uppgávurnar m.a. eru:

-       at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum

-       at menna felags ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar

-       at marknaðarføra Norðoyggjar sum ferðavinnumál

-       at røkja og menna samstørv við kommunur, vinnurekandi og borgarar í Norðoyggjum

-       at samskipa tiltøk, útferðir o.a.

-       at samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar  

-       at arbeiða við nýhugsan og nýskapan

 

Tín vangamynd:

-       tú hevur viðkomandi útbúgving

-       tú hevur gott innlit í viðurskifti innan ferðavinnu

-       tú hevur góð samskiftisevnir og leiðsluførleikar

-       tú hevur gott innlit í fíggjarlig viðurskifti

-       tú ert nýhugsin og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi

-       tú hevur góðar telduførleikar

-       tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tað er ein fyrmunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

 

Setanarviðurskifti:

Umsókn, sum skal merkjast Leiðari til Visit Norðoy, kann sendast saman við CV og avrit av prógvum og møguligum viðmælum, til teldupost input@input.fo  í seinasta lagi 15. februar 2023.

Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Símun Gullaksen, nevndarformann á telefon 217055.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.                  

 

Visit Norðoy:

Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar og um virksemi í Norðoyggjum. Visit Norðoy kunnar føroysk og útlendsk ferðandi í Norðoyggjum. Visit Norðoy heldur til í Biskupstorginum í Klaksvík.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum