Veðrið í vikuni
Veðrið í vikuni kann býtast í tvey. Eitt lágtrýst stendur yvir Vesturnorra og sendir kalda luft hendavegin. Tí fer fyrra partin av vikuni, t.e. hetta til hósdagin, at vera liggjandi høgætt við skiftandi høgætt við kavaælingum mestsum alla tíðina.
Eftir miðvikuna nærkast eitt lágtrýst vestaneftir, og hósdagin seinnapartin fer vindurin at mala úr ymsum ættum í nakrar tímar, og so gongur ættin allan vegin niður í sunnan. Tá verður lýggjari, gráari loft og regn heldur enn kavi.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadag: Norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaælingar. Tá ið liðið er út á seinnapartin, gongur ættin vestur um til útnyrðing eina løtu, men út á kvøldið hækkar hann aftur til norðan og so eysturum og niður í landnyrðing. Vindferðin mestsum tann sama allan dagin, 3 til 8 m/s, og skiftandi skýloft og kavaæl.
Hitin mánadagin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Týsdag: Norðan, um náttina 3 til 8 m/s, men um morgunin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og kavaælingar. Seinnapartin klárt og fyri tað mesta turt – t.e. einki avfall. Um kvøldið er eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s, og aftur skiftandi skýloft og kavaælingar
Hitin týsdagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Mikudag: Norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl allan dagin.
Hitin mikudagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Hósdag: Útnyrðingur, minkandi vindur úr 5 til 10 m/s um náttina niður um 5 m/s á middegi. Skýggjað og bert okkurt kavaælið um náttina, um morgun skýggjað einki avfall. Um middagsleitið fer ættin at mala út ymsum ættum, og tá ið liðið er nakað væl út á seinnapartin, er ættin um sunnan, og vindurin veksandi, upp í 5 til 10 m/s. Allan seinnapartin og kvøldið skýggjað ella smáskýggja og fyri tað mesta turt.
Hitin hósdagin fer at liggja millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Fríggjadag: Sunnan, veksandi vindur úr 3 til 8 m/s um náttina upp í 8 til 13 m/s á middegi. Allan fyrra partin av degnum skýggjað og fyri tað mesta turt. Seinnapartin og restina av degnum sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn.
Veksandi hiti fríggjadagin úr eini 2 kuldastigum um náttina upp í 9 stig seint seinnapartin.