Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðgunn næstforkvinna í Javnaðarflokkinum

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  19.01.2023 - 23:52 Politikkur Tíðindaskriv

Eyðgunn Samuelsen er næstforkvinna í Javnaðarflokkinum, nú hon er vorðin tingbólkaforkvinna. 

 

 - Serliga í hesum tíðarskeiðnum, tá formaðurin í flokkinum er løgmaður, er leikluturin hjá næstforfólkinum umráðandi, tí formaðurin hevur nógv um at vera, sigur nýsetta næstforkvinnan í Javnaðarflokkinum. Djóni Nolsøe Joensen hevur seinastu trý árini verið næstformaður í Javnaðarflokkinum, men fór frá eftir valið, og er nú landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum. 

Formansskapurin í Javnaðarflokkinum er nú mannaður av Aksel V. Johannesen, formanni, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinnu og Jónu Ólavsdóttir, aðru næstforkvinnu. Formaðurin og fyrsta næstforkvinnan eru fólkavald umboð, meðan onnur næstforkvinnan er vald millum limirnar.


- Hesin bygnaðurin ger, at vit í Javnaðarflokkinum hava gott samband millum tingfólk og baklandið í flokkinum. Vit hava fastar fundir eina ferð um mánaðin, har fólk úr øllum landinum eru boðin við, og tað ger, at vit altíð vita, hvat rørir seg. Baklandið veit, hvat vit gera í tinginum, og vit í tinginum vita, hvat baklandið heldur um tann politikkin, vit føra. Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er tað so sera umráðandi ikki at missa sambandið við fólkini hjá okkum kring landið, og tí ganga vit høgt upp í at tosa við okkara limir í øllum Føroyum, sigur Eyðgunn.


Eyðgunn Samuelsen hevur fyrr sitið sum næstforkvinna frá 2011-2015.


- Eg eri spent at fara ordiligt til verka, nú eg havi fingið ta stóru ábyrgd at vera næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. Fyrstu vikurnar fari eg at hugsavna meg um at fáa samansjóðað tingfólkini. Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at vit í tingbólkinum trívast og hava tað gott saman, og tí fari eg í næstum at bjóða teimum 9 tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum til ein arbeiðsdag, har vit læra hvønn annan ordiliga at kenna og gera manngongdir fyri arbeiðið, vit eru farin undir, sigur Eyðgunn. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG