Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann venjingardystin á Svangaskarði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.01.2023 - 21:33 Ítrottur Tíðindi

Magne Hoseth stóð í dag á odda fyri KÍ á fyrsta sinni í óalmennum dysti.

Sum skilst var nógvur vindur á Svangaskarði, har eingin kavi var á vøllinum, men liðini valdu at spæla og spælt var tvær ferðir 30 minuttir. KÍ brúkti tilsamans 19 leikarar. Har ímillum 17 ára gamla álopsleikaran Jóhan Josephsen, ið tók av møguleikanum og skoraði annað av málunum hjá KÍ. Hitt málið skoraði leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri KÍ, Páll A. Klettskarð. KÍ vann 2-1. 

 


KÍ-B68 2-1 (1-1) spældur á Svangaskarði

0-1: Sjálvmál

1-1: Jóhan Josephsen (Upplegg: Óli Ey. Poulsen)

2-1: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Mads B. Mikkelsen)

 


KÍ (4-2-3-1): Hannis Matras – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jákup N. Vilhelmsen, Óli Ey. Poulsen – Deni Pavlovic, René S. Joensen - Árni Frederiksberg, Mads B. Mikkelsen, Silas Gaard – Jóhan Josephsen. Í hálvleikinum komu hesir inn: Jónas á Hædd, Olaf K. Hansen, Símin Kalsø, Odmar Færø, Patrick Da Silva, Jákup B. Andreasen, Tóki á Lógv og Páll A. Klettskarð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG