Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smyrlasteggi, Viðareiði | Mynd: Silas Olofson

Tá smyrilin vitjar

SKRIVAÐ: Silas Olofson  |  22.01.2023 - 13:06 Myndarøð Tíðindi

Hóast tað spakuliga gongur móti ljósari tíðum er veturin nú í hæddini og kalt er úti. Kavi og kuldi ávirka fuglalívið kring okkum. Kaldari tað verður, meiri orku hava fuglarnir tørv á fyri at halda seg heitar. Stararnir, gráspurvarnir og bládúgvurnar eru skjótar at vitja hús og urtagarðar, har okkurt er at fáa til matna. Tá nógvur kavi liggur kunnu eisini tjaldursgrælingar, bringureyðar og grákrákur koma á gátt. Og fuglarnar eru ikki kræsnir hesa ársins tíð. Tálg og kjarnur eru høgt í metum, men eisini avlopið frá døgurðanum ella eitt gamal súrepli kemur væl við, tá tað er trupult at pikka eftir maðkum og kyktum.

 

Har sum smáfuglarnir savnast kann ein sjáldsamari gestur eisini liggja framvið. Tað er smyrilin, sum livir av m.a. at veiða smáfuglar. Í bútíðini er smyrilin torførur at eygleiða og livir mest í hæddini úti í haganum. Heystið er tann tíðin, tá flest smyrlar síggjast. Tað eru oftast ungar, sum eru spakari enn teir gomlu og leita sær til bygd øki at veiða smáfugl. Helst koma eisini fleiri flytifuglar úr t.d. Íslandi á teirra ferð suðureftir – ofta um sama mundi sum steinstólpurnar flyta til heitari lond. Men tá kavin liggur og smáfuglarnir savnast í bygdum øki noyðast eisini teir gomlu smyrlarnir at veiða millum húsini. Tá kann ein gerast heppin at síggja tann litríka smyrlasteggjan. Hann kennist frá ungfuglunum og bøgunum við tað at hann hevur blágrátt bak og bringan hevur reyðgulan dám. Bøga og ungfuglar eru brúnir um bakið og hava ljósa bringu við dimmum rípum niðureftir.

 

Smyril er minsti falkur í Evropa og er einasta ránfuglaslag, sum eigur í Føroyum. Tó eru sjey ymisk falkasløg skrásett í Føroyum, men undantikið smyril mugu tey metast sum sjáldsamir ferðagestir. Mett verður at 10-15 smyrlapør eiga kring oyggjarnar. Tó eiga smyrlapørini ofta á fjarskotnum plássum, har fólk vanliga ikki koma, og síggjast ikki ofta í bygdum øki í bútíðini. So møguleiki er fyri, at fleiri pør eiga her heima enn menn hava givið sær far um.

 

Tá smyrilin leggur leiðina fram við urtagarðinum fara stararnir at leika í, so skjótt teir varnast hann. Ofta kemur hann sendandi við miklari ferð fyri at loypa kvøkk á smáfuglin og helst finna sær ein fugl, sum er veikur og ikki megnar at flúgva undan. Dømir eru um, at starar bæði hava rent seg í vindeygu ella hava leitað sær skjól inni í húsum, fyri at flýggja undan smyrlinum. Øvugt eru eisini dømir um, at ungir smyrlar hava elt starum og gráspurvum inn í fjós, og ikki megna at finna út aftur, tá fólk koma innar og loypa hvøkk á teir. Tá er best at lata hurðina vera opna og geva smyrlinum frið, so man hann finna út sjálvur eftir eini løtu.

 

Um ein smyril megnar at fanga ein stara setir hann seg at royta fongin. Um smyrilin er sera svangur, hugsar hann meir um at eta enn at ansa sær. Tá kunnu fólk gerast heppin at eygleiða smyrilin úr stuttari fjarstøðu enn vanligt, meðan hann hugsavnar seg um at royta og eta. Tað kann vera hart at síggja smyrilin fanga og eta ein smáfugl, men vit mugu ikki gloyma, at hvør av øðrum liva má. Og júst ránsfuglar sum smyril eru við at skapa javnvág í náttúruni, so bæði ránsfuglar og smáfuglar trívast her heima.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan á veg norður úr Vági við tveimu…
Tí hevur HB meldað avboð til Klaksvíkska…
Tríggir dagar við friði og ongari telefo…
Ein eyðkendur viðingur við Garðavegin
U10 hjá Team Klaksvík er í steypafinalun…
KÍ og Víkingur, kvinnur, í venjingardyst…
Teir fiskaðu væl í nátt
Størst avreiðingarvirði í bólki 4T í 202…
Myndir í trúnni
Úr bakskuti í framskut
Vitjan av lands­stýris­manninum
KÍ vann á Eiði
9 nýggir lærlingar í Articon
Føroysk framleiðsla í 135 ár
Luc Kassi fær sáttmála við KÍ
Veðrið um vikuskiftið
Heilsufótbóltur aftur á skrá
Hevur tú fingið spurnarblað?
Ert tú ”gudiligur”
Nógv spennandi á skrá hjá LGBT+ Føroyum