Lýsing
Lýsing
Lýsing
Greinin um donsku ølirnar í Moskva stóð at lesa í Berlingske Tidende tann 8. desember 2022.

Danskar øl enn á russisku handilshyllunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2023 - 18:15 Tíðindi

Donsku bryggjaríini boðaðu beint eftir russisku innrásina í Ukraina alment frá, at tær fóru at gevast við sínum virksemi og sølu í Russlandi. Í desember 2022 kundu russar framvegis sløkkja sín tosta við donskum øl, avdúkaði Berlingske Tidende herfyri.

Í farnu viku blivu føroysku fólkatingslimirnir av sínum starvsfeløgum á Fólkatingið tráðspurdir um føroyska útflutningin til Russlands og samstarvsavtaluna við russar um fiskiveiðu í Russlandi. Men í staðin fyri at fara í offensivin og seta donsku fólkatingslimunum spurningar um handilsviðskiftini hjá dønum í Russlandi, løgdu tey bæði fólkatingsumboð Føroya seg skerfløt og lovaðu at forbjóða lógligum føroyskum útflutningi og steðga 45 ára gamla fiskivinnusamstarvinum umgangandi. 

Herfyri hevði danski miðilin Berlingske annars avdúkandi grein um fleiri av donsku vinnufyritøkunum í Russlandi, sum framhaldandi hava munandi virksemi, hóast tey við krígsbyrjan lovaðu at rýma. Eitt nú funnu journalistarnir hjá Berlingske fleiri danskar øl á handilshyllunum í Moskva í desember 2022, hóast hesi bryggjaríini høvdu lovað at steðga øllum virksemi har. 

Steðga við Carlsberg, men halda áfram við Tuborg

Ølir frá Harboes Bryggeri, Carlsberg og Tuborg eru framvegis tøkar hjá russum at sløkkja sær tostan við. Á øldósunum kundi journalisturin staðfesta, at hesar ølirnar eru framleiddar í Russlandi í oktober og november í 2022. 

Hjá Harboe bryggjaríinum greiðir leiðslan Berlingske frá, at teir ynsktu at steðga virkseminum í Russlandi, men at teir løgfrøðiliga ikki hava megna at steðga tí enn. Meðan tað soleiðis er ímóti viljanum hjá Harboe, so er tað við vælsignilsi frá Carlsberg byrggjaríinum, at Tuborg ølir framvegis verða framleiddar og seldar á russiska marknaðinum. 

Carlsberg boðaði annars alment frá, at teir trektu seg av russiska marknaðinum, men nú forklárar fyritøkan, at teir hava bert tikið ølirnar av slagnum Carlsberg av russiska marknaðinum, meðan teir framvegis framleiða og selja Tuborg øl til russiska øldrekkaran. 

Hetta er av handilsávum, tá Carlsberg ynskir at hava nokk av virksemi á teirra ølfabrikkum í Russlandi, inntil hesar eru avhendaðar. Tað tekur soleiðis munandi longri tíð at selja russisku dóttirfeløgini hjá Carlsberg, sum teir hava gjørt milliardaíløgur í seinastu 10 árini. Stóru uppkeypini og íløgurnar í ølfabrikkir í Russlandi eru gjørdar eftir russisku innrásina og annekteringina av Krim hálvoynni í 2014.

Hvussu hongur hetta saman við ógvusligu atfinningunum frá donskum politikarum mótvegis Føroyum fyri púra lógliga at selja fiskavørur - sum eru undantiknar handilsbanninum hjá ES - og samstarvinum um burðardygga fiskiveiðu í Barentshavinum?

Kanska tað var ein spurningur hjá umboðum Føroya á danatingi at seta donsku fólkatingslimunum? 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG