Lýsing
Lýsing
Lýsing

So byrjar dartárið 2023

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.01.2023 - 20:22 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin verður ársins fyrsta opna FM kapping í dart, kappast verður á ovari hæddini í ítróttarhøllini á Skála. Kappast verður baði fyri kvinnur og menn, og er tað øllum frítt at melda til kappingina. Hjá monnum verður kappast baði í A og einum B bólki. A bólkurin er fyri tann meir roynda spælaran, ímeðan í B bólkinum spæla spælarar, sum ikki meta seg verða góðar nokk enn. Ein kann melda til á heimasíðuni hjá DSF, sum eitur dartfo.com.

 


2023 er HM ár

Seint í septembur verður heimsmeistaraheitið í Esbjerg. Føroyar verða umboða við fyra landsliðum, har verða kvinnur, menn, gentur og dreingir við. Mennirnir og kvinnurnar royndu seg til EM í fjør við góðum úrslitum, so spennandi verður seinni í ár, og eisini verður spennandi, hvør ið kemur at verða á hesum ymsu landsliðum. Tí tað er longu frá fyrstu kapping, at hugt verður eftir úrslitum, til eina endaliga úttøku seinni í ár.

 


Altjóða kappingar

Aftur í ár kunnu vit bjóða til kappingar á altjóða støði í Føroyum, tá Tórshavn Open og Faroe Islands Open verða á skránni, á heimasíðuni ber longu til at tilmelda seg, og longu nú síggja vit, at spælarar úr fleiri ymiskum londum koma hendanvegin. Sum nakað heilt nýtt, so hava vit eisini fingið eina altjóða góðkenda unglingakapping, sum verður sama vikuskiftið. Tær kappingarnar verða seinasta vikuskiftið í mars

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival