Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talv: Vikuskiftiskappingin Kjølur Open 2023

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Talvfelag  |  25.01.2023 - 13:12 Ítrottur Tíðindaskriv

Dagarnar 27.-29. jan. verður Skúlatrøð í Klaksvík karmur um vikuskiftiskapping í talvi.

 

Talan er um kapping, har ung og vaksin úr øllum Føroyum luttaka, og endamálið er at fyrireika tey ungu, ið skulu umboða Føroyar í norðurlendskari kapping millum ung í skúlaaldri. Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya umboð til NM fyri ung í talvi, sum hesaferð verður í Norra 11.-13. februar.

Kappingin er harumframt partur av Grand Prix kappingunum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri.

Íalt verða 7. umfør telvað: 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

 

Telvað verður soleiðis:

  • Kappingin byrjar fríggjadagin, 27. jan. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).
  • Leygardagin og sunnudagin er tíðin 90 min + 30 sek/leik.
  • Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.
  • Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

 

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

 

Kappingin er almenn, og meira kunning er á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com, har leypandi úrslit frá kappingini eisini verða at síggja.

 

Klaksvíkar Talvfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG