Lýsing
Lýsing
Lýsing

Søgulig mynd um ikki so gomul

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  26.01.2023 - 21:33 Mentan Vinna

Hóast henda myndin ikki er so ógvuliga gomul, og er tikin í 1994 ella væl áðrenn tað, so er hon søgulig, tí hvørki Norðborg, Seglhúsbátarnir, Esther ella Stathav, sum liggur við Norðborg, eru til longur. Helst eru onkrir av hinum bátunum, sum liggja longur inni, eisini farnir í søguna. Stathav fórst við Hoyvíkshólm tann 5. desember 1994, og báðir menninir umborð sjólótust.

 

Tað eru nógvar og stórar broytingar hendar fram við sjóvarmálanum í Klaksvík í mínari tíð, og eisini á eystaru síðuni á vánni. Teir gomlu bygningarnir á Stongunum vórðu burturbeindir miðskeiðis í 1980 unum, og sjey stórar hallir til heilsølu og timburhandil vórðu settar har í staðin. Tann norðasti bygningurin, sum var tað gamla Hermetikkvirkið, slapp at standa eftir. og er nýliga settur í stand.

Longur heimi á vánni er tað heldur onki, sum líkist sær sjálvum, frá tí fyrsta eg minnist. Økið heimi á sandinum er fylt út, og har standa fleiri nýggir bygningar, og helst koma fleiri afturat. Alt hevur sína tíð.

Hjalmar Waag Høgnesen, sum sigldi sum skipari við Barsskor í ein mansaldur, tók myndina

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG