Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sum smádrongur ræddist eg doktarabátin

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  29.01.2023 - 14:00 Mentan Tíðindi

Tá doktarabáturin Medicus kom norður fyri Stíggin á Trøllanesi, hevði eg hug at sleppa mær til rímingar, tí eg mintist ilt aftur á, tá eg fekk mína fyrstu koppseting har norðuri, áðrenn eg var komin í skúlaaldur.

Yngsta mostir mín Karin, hevði meg ofta við sær har norðuri, og ofta steðgaðu vit í fleiri dagar. Tí passaði tað onkuntíð soleiðis, at eg varð koppsettur saman við børnunum í bygdini, meðan eg var har norðuri. Eg veit ikki, hví eg hevði so ring minni frá míni fyrstu koppseting, men kanska var tað bara tað, at nálin varð stungin í økslina, men eg minnist ilt aftur á, hvussu illa tað sveið í økslini aftaná. Seinni bleiv og ofta argaður við hesum, tí tá vit sóu doktarabátin har norðuri, skuldi eg siga: “Karin mostir rím”.

Tá eg var farin í skúla, og pápi fergaði tvørtur um vágna við “Selinum”, var eg tíbetur sloppin av við mítt “forskrekkilsi” á Trøllanesi, tí á vestara armi í Klaksvík legði fergan inn ímóti beint norðanfyri, har Medicus hevði sítt fasta pláss.


Medicus á myndini, var smíðaður í Vestmanna til víkamenn í 1925. Upprunaliga æt hann Tordenskjold, og tað var vestmenningurin Jógvan Hansen í Skálum, sum smíðaði bátin. Í 1941 keypti Kjølbro bátin frá víkamonnum til útróður, sum tá fekk hann navnið Grunningur. Kjølbro seldi bátin til sjúkrahúsverkið í 1953, sum síðan varð umbygdur til læknabát ella doktarabát, sum vit plagdu at siga. Eitt stórt ruff var smíðað á dekkið við stórari lúku, so børan kundi lorast niður undir.

Gamli Medicus sigldi í læknaørindum millum oyggjarnar norðanfyri til í 1975, tá sjúkrahúsverkið helt seg hava brúk fyri einum nýggjum læknabáti. Tí varð báturin seinni seldur og endaði sínar dagar í Havn, har hann plagdi at liggja við bryggju niðanfyri hjá Østrøm. So vítt eg veit, er báturin síðan burturbeindur.

Ein nýggjur Medicus varð smíðurin niðri á Stongunum miðskeiðis í 1970 unum, og tað var Reinhold Jacobsen, sum smíðaði bátin saman við øðrum. Hann varð merktur 20 tons og kostaði umleið 700 000 krónur. Tað hevði man ikki fingið nakran 20 tonsara fyri ídag. Nakað eftir at nýggi báturin var klárur at fara í sigling, var tørvurin á læknabáti norðanfyri nógv minkaður. Tí varð hann seinni seldur av landinum, har hann nú siglir sum stuttleikabátur ella okkurt líknandi.
Eldri Jóhan Purkhús tók myndina helst einaferð síðst í 1950 unum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…