Lýsing
Lýsing
Lýsing

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann nýggjur stjóri á Visit Norðoy

SKRIVAÐ: Visit Norðoy  |  23.02.2023 - 22:33 Mentan Tíðindi Vinna

Theresa byrjar í starvinum tann 1. Mars 2023

 

Theresa er 55-ára gomul og er útbúgvin Serviceøkonom við sergrein í ferðavinnu, og er í løtuni í holt við eina leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetrið Føroya.

Theresa hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu og hevur í fleiri ár verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Harumframt hevur hon starvast hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum. Seinastu árini hevur hon sett café Glasstovuna á stovn á Tvøroyri og síðani keypt Hotel Bakkan í Vági, hetta fyri at skapa nakað fyri ferðavinnuna í Suðuroynni. Glasstovuna seldi hon í fjør, men Hotel Bakkan eigur hon framvegis, og hevur hon fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Seinastu árini hevur Theresa harumframt starvast í egnari fyritøku, har hon, saman við øðrum, hevur arbeitt við strategi- og menningartilgongdum innan ferðavinnuna í Føroyum. Tá Theresa starvaðist í Nuuk Tourism, arbeiddi hon fyri at fáa fleiri cruise skip til Nuuk, og hetta eydnaðist væl, tey fóru frá 10 til 32 skip uppá fá ár.

Ferðavinnan er í støðugum vøkstri og kemur Theresa at standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum, sum umfatar allar oyggjar og allar bygdir í Norðoyggjum.

Theresa byrjar í starvinum tann 1. Mars 2023.

 

Visit Norðoy

Símun Gullaksen, nevndarformaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum