Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnuátak í Oyndarfirði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.03.2023 - 07:21 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Í døgunum 16. og 18. mars skipar Visit Runavík fyri forvitnisligum átaki í Oyndarfirði. 

 

Evnið verður ferðavinna, og sjóneykan verður sett á nýhugsan, íverksetan, og møguleikar innan ferðavinnuni sum heild í Oyndarfirði og har um leiðir. Til ber bæði at leita sær íblástur, men eisini at fáa ítøkiliga vegleiðing ella svar upp á ivamál.

Fyrireikararnir vóna, at bæði ung sum eldri fara at luttaka, tí óansæð aldur ber til at gerast ein partur av ferðavinnuni.

Tiltakið verður í skúlanum í Oyndarfirði hóskvøldið 16. mars frá kl. 19:00-21:00 og heldur fram leygarmorgun 18. mars frá kl. 10.00-12.30.  Til ber at tekna seg til tiltakið á visit@runavik.fo ella við at ringja á tlf. 417060. Tað er ókeypis at luttaka, og ein drekkamuður verða at fáa. Tiltakið er ætlað fólki, ið eru búsitandi ella hava tilknýti til Oyndafjørð. Ætlanin er, at Visit Runavík fer at skipa ymisk átøk innan ferðavinnu aðrastaðni í kommununi komandi tíðina.

Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á gátt til íblástur, vegleiðing ella prát.

 

Skráin fyri dagarnar:
Fyrri dagur: hósdag 16. mars klokkan 19.00 – 21.00

Marjun Niclasen, Visit Runavík
bjóðar vælkomin og greiðir frá støðulýsingini umframt hugtakinum ‘Think Local First’.
 

Framløga: Samson Højgaard, boat.fo
Evni: Frá íverksetan til dagin í dag. 
 

STEÐGUR 20.00-20.15

Framløga: Oda W. Andreassen, Go Local
Evnini verða:
- bygnaðurin í ferðavinnuni, og hvat er ferðavinna sum vøra

- ferðavinna og ‘Storytelling’

- royndir úr Mykinesi

- góð ráð at hava í huga, tá ið nýtt virksemi verður sett í gongd. 

 

4. Spurningar til
     umboðini úr Íverksetarahúsinum, Odu Andreassen og Marjuna Niclasen.

 

Seinni dagur: leygarmorgun 18. mars klokkan  10.00-12.30

Marjun Niclasen, Visit Runavík
Vælkomin og stutt samanumtøka frá seinast.
 

Framløga: Tummas Rubeksen frá Heimdal Tours
Hann fer at greiða frá sínum virksemi - fyrimunir og snávingarsteinum á leiðini.

STEÐGUR 10.45-11.00
 

Framløga: Magni Thomsen, Íverksetarahúsið
íverksetan og stuðulsmøguleikar
 

4.     Pætur Rasmussen, Eldrafelagið

               Stutt innleiðsla um møguleikar hjá pensjonistum at virka innan ferðavinnu

 

5.     Sig tína hugsan um ferðavinnu í Oyndarfirði.
 

6.     Ivamál, spurningar og leiðbeining  
Til ber at ganga millum borðini, har Íverksetarahúsið, Eldrafelagið, starvsfólk frá Visit Runavík og veitari eru til reiðar at svara spurningum, ið snúgva seg um marknaðarføring, skráseting av íverksetarafelagi, sosialar miðlar, stuðulsmøguleikar, ból og bita, heimablídni, summarhús og mangt annað innan ferðavinnu.

Endi

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum