Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, hevur lagt frágreiðing fyri Løgtingið um føroysku fiskivinnuna, sum aðalorðaskiftið týsdagin 14. mars tekur støði í. | Mynd: kvf.fo

Hetta ætlar Landsstýrið við fiskivinnuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2023 - 05:02 Leiðarin Politikkur Vinna

Týsdagin 14. mars er aðalorðaskifti um fiskivinnupolitikkin á skrá í Løgtinginum. Norðlýsið hevur hugt at, hvat aktørarnir í føroysku fiskivinnuni hava í væntu, stendur tað til Landsstýrið.

 

Tá tað kemur til veiðigjøldini, hevur Fiskimálaráðið sparkað bóltin yvir til Fíggjarmálaráðið, ið hevur sett nøkur tøl á. Hesi verða viðgjørd í aðrari grein í blaðnum. Í stuttum kann sigast, at gjøldini hækka, summi heilt nógv, eins og onkur nýggj gjøld verða áløgd á fiskasløg, ið áður ikki hava goldið tilfeingisskatt. Fiskivinnan fer tí at skula gjalda munandi meira til Landskassan.

Ein annar táttur í upplegginum hjá Fiskimálaráðnum er brúksskylda. Hon kann lættliga gerast eitt tvíeggjað svørð. Á aðrari síðuni er tað skiljandi, at Landsstýrið vil innføra hana. Óheppin dømi hava verið um “sofa-reiðarí”, har rættindi vórðu fingin til vega fyri bert at verða seld víðari. Tað eigur ikki at kunna bera til at liggja á sofuni og handla loyvir. So langt, so gott. Á hinari síðuni kann tað gerast ein vanlukka fyri eitt nú línuskipini. Skipanin sigur, at hevur tú ikki brúkt meira enn 30 prosent av fiskidøgunum/árskvotuni, fellur munurin millum tað, ið er brúkt, og 30 prosent, aftur til landið. Línuskip hava ávarað staðiliga ímóti skipanini, og her verður meira ella minni roknað við longu nú, at tað, sum liggur í kortunum nú, ikki kann gerast endaliga úrslitið.

So sigur fiskimálaráðharrin, at útlendskur ognarskapur skal slúsast út úr vinnuni. Ongin nýggjur útlendskur kapitalur sleppur inn í veiðiliðið, og núverandi útlendskir eigarar skulu útfasast. Tað framgongur ikki, um ríkisborgarar, t.v.s. úr Grønlandi ella Danmark, kunnu allýsast sum útlendingar, og eiheldur skrivar fiskimálaráðharrin nakað um íslendingar og hvørt sáttmálin við Ísland forðar íslendskum ognarskapi. Men greitt er, at útlendskir eigarar uttanfyri ríkið umframt Ísland, skulu út, stendur tað til samgonguna. Júst hetta er tó ikki nakað nýtt, og tað undrar, at tað framvegis er so ópresist, júst hvør sleppur at eiga og ikki.

Síðani ætlar fiskimálaráðharrin at økja munandi um eftirlitið. Feløgini, ið hava tilfeingi hjá landinum um hendi, skulu leggja sundurgreinaðar roknskapir og ognarskrá fram á hvørjum ári. Reiðaríini og skipini skulu eisini rokna við meira eftirliti umborð, t.v.s. at eygleiðarar verða umborð á fiskiskipunum, og nevnt verður ítøkiliga, at Vørn skal styrkjast. Umframt tað skal keyp og søla millum reiðarí undir luppin, t.v.s. at tann sølan skal fara fram á einum gjøgnumskygdum marknaði, sum landsstýrismaðurin orðar tað.

Í sambandi við aðalorðaskiftið hava tinglimir fingið talvur um føroyska veiðu í útlendskum sjógvi og útlendska veiðu í føroyskum sjógvi, yvirlit yvir fiskiveiðuavtalur við útlond, eins og tilmæli um tosk, hýsu og upsa í 2023. Hesi fara uttan iva at verða umrødd á aðalorðaskiftinum.

Landsstýrið vil framvegis sera treyðugt umrøða fílin í tingsalinum. Fiskimálaráðið nevnir hvørki leinging ella uppsøgn av fiskiveiðisáttmálanum við Russland fyri 2024, og Fíggjarmálaráðið arbeiðir, sum um sáttmálin verður longdur, men við fyrivarni. Mestur fara tingfólk í andstøðuni at krevja eina niðurstøðu, men tað er ikki sannlíkt, at tey fáa eina. Her verður fiskivinnan noydd at finna seg í, at bíðistøðan, tey eru í nú, fer at halda fram. Russlandssáttmálin er ikki partur av tilfarinum til aðalorðaskiftið í morgin.  

Aðalorðaskiftið er týsdagin 14. mars kl. 11, og er stórt sæð einasta punktið á skránni (eitt annað mál og framløga eru tó eisini á skrá). Roknast kann við einum sera drúgvum og áhugaverdum tingfundi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík