Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir sum grava kava hava havt nógv at gera seinastu vikurnar. | Mynd: Vár Hanusardóttir

Óvanliga kaldur kavavetur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2023 - 10:45 Tíðindi Veðrið

Sunnunáttina og sunnudagin seinasta vikuskifti - t.e. á Grækarismessu - var tað óvanliga kalt í Føroyum.

Veðurstova Føroya: Á Eiði vórðu máld 8,3 kuldastig, í Havn 7,6 kuldastig og á Borðuni 7 kuldastig. Hetta var um náttina og um morgunin. Hetta er óvanliga kalt, eisini í mars mánað, sum vanliga er ársins kaldasti mánaði.

Mynd: Vár Hanusardóttir

Miðalhitin í mars er 4,4 stig (hitastig). Lægsti hiti er í miðal 2,0 stig. Hesin mars mánaði hevur higartil verið óvanliga kaldur við nógvum kava. Kavin hevur ligið kring alt landið, og tað er ein vøkur sjón at síggja kavaklødd fjøll á vetrartíð, men kavin hevur ávirkað ferðsluna kring alt landið, og øll tey røsku fólkini hjá Landverki hava havt úr at gera.

Tórshavn 5. til 9. mars, 2023. Mesti hiti hevur verið 4,2 stig. Tað var 5. mars, klokkan 14. Í aðrar mátar hevur hitalgið ligið um um frostmarkið og eitt sindur undir.

Mars mánaði byrjaði annars væl við einum stórum hátrýsti, sum gav okkum støðugt veður við fitt av sól, men sum hátrýstið flutti seg vestureftir ímóti Grønlandi, fingu vit eitt kalt luftrák norðaneftir við kavaælingum, og hetta vetrarliga veðrið hevur verið líka síðan.

Tórshavn 9. til 13.mars, 2023. Mesti hiti er 2 hitastig. Tað var 9 mars klokkan 12. Annars hevur hitalagið ligið undir fristmarkinum alla tíðina. Lægsti hiti hevur verið 7,6 kuldastig, men hann sæst ikki á strikumyndini, tí tíðarbilini eru ikki býtt í minuttir.

Hvussu leingi fer tað so at varða?

Ymiskar veðurskipanir glímast sunnan fyri okkum, dysturin millum ta heitu og ta køldu luftina fer onkra løtu at koma sera nær okkum í Føroyum, og forsagnirnar hava fleiri ferðir víst, at lýggjari luft er ávegis, men so trokar kuldin hava vekk aftur, einaferð enn.  

Vit fara tó ikki at blíva við at útseta várið. Eitt størri lágtrýstøki sær út til at vera á veg ímóti bretsku oyggjunum hósdagin. Tað fer at trýsta lýggjari luft nærri Føroyum og er møguleiki fyri at fáa hitalagið eitt sindur uppeftir so at tað verður regn og/ella vátakavi í staðin fyri kava.

Forsøgn hjá ECMWF fyri avfalli og lufttrýsti, hósdagin 16. mars klokkan 18.

Av tí at vit liggja ímillum kalda og lýggja luft, eru forsagnirnar nakað óvissar, og tað skal ikki nógv til, áðrenn vit aftur fáa eitt kalt luftrák av landnyrðingi. Men gongur alt væl, sleppa vit undan tí kalda høgættarluftrákinum, sum vit hava havt so leingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi