Lýsing
Lýsing
Lýsing

FríðuTónar: Guðrið Hansdóttir við bólki leygarkvøldið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2023 - 10:26 Mentan Tíðindi Vinna

Guðrið Hansdóttir er ein av best umtøktu og eftirspurdi føroysku tónleikarnum í løtuni, hon hevur vunni nógvir prísir ma. Planet Awards og FMA prísir. Guðrið ferðast mest i pop, fólkatónleiki og electropop.

Guðrið lærdi sum ung at spæla guitar saman við pápa sínum, Hans Carl Hansen, sum spældi við Straight Ahead and Streingjasúpan, og hevur hon spælt tónleik líka síðan.

Guðrið hevur framført sín tónleik víða um á stórum heimskendum festivalum og ymiskum tónleika tiltøkum, bæði í EU og USA.

Hon hevur fleiri solo útgávur og eina útgávu við bólkinum Byrta.

Love is Dead, 2007.
The Sky is Opening, 2009.
Beyond the Grey, 2011
BYRTA, 2013
Taking Ship, 2014.
Painted Fire, 2016.
Gult myrkur, 2022.

Nýggjasta útgávan Gult Myrkur, er fyrsta útgávan í fleiri ár, og kemur Guðrið her sterkt aftur. Hennara eldhugi til djúpar vælskrivaðar yrkingar og harmoniskar heitir tónar, førdi til eitt spennandi samstarv millum Guðrið og yrkarin Lív Mariu Rósdóttir Jæger og kendir tónleikarir m.a. Tróndur Bogason, Mikael Blak, Janus Rasmussen, Benjamin Petersen, Eivør Pálsdóttir og Matthias Kapnas. Gult Myrkur er ein sera spennandi útgáva, sum vit gleða okkum til at hoyra live.

Vit eru sera fegin um at hon kemur til Klaksvíkar at framføra til FríðuTónar á Café Fríðu.
Við sær hevur hon nýggjan bólk:
Katrinu Olsen: kór, saksofon, keyboard
Ari Johannesen: guitar
Karl Andrias Stórá: bass
Hjørtur Háberg: trummur

Konsertin byrjar leygarkvøldið 18. mars kl. 20.00
Atgongumerkir kunnu keypast her: Guðrið Hansdóttir við bólki | Fríða (frida.fo)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl