Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toskarok við snelluni norðanfyri

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  07.04.2023 - 17:38 Mentan Tíðindi Vinna

Útróðrarbáturin Gusti við Kjartan Joensen í Leirvík, liggur í løtuni á Lorvík og bíðar eftir landing. Kjartan Joensen, skipari og eigari sigur, at hann hevur ikki verið í so stórum snellufiskaríið norðanfyri nú í mong mong ár.

Eg havi verið úti í tveir dagar og kom á Lorvík í gjár við 10.500 pundum av stórum toski. Ja, satt at siga, so havi eg næstan bara I og II tosk og summir eru so stórir, at legði eg teir fyri tær saman við føroyabankatoski so haldi eg ikki at tú hevði kent mun. Toskarnir eru stórir og feitir. Nú veit eg ikki nær eg sleppi at landa, men tá eg veit nakað, skal eg siga tær frá, so tú kanst sleppa at taka myndir.

Hetta havi eg ikki sæð í mong harrans ár, segði Kjartan Joensen at enda og leggur afturat, har var eisini ein Sørvágsbátur nøkurlunda á leiðini har eg var og hann metti seg til góð 8.000 pund, eisini av stórum toski tá hann fór at sigla.

Tað sær tí í løtuni út til, at tað er ikki bert friðingin av Føroya Banka, ið hevur havt positiva ávirkan á toskastovnin.

Les grein niðanfyri har framsýnti Osmund Justinussen skrivar um at toskafiskiskapurin verður tiltakandi

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…