Lýsing
Lýsing
Lýsing

Móttøka fyri Theresu Kreutzmann á Biskupstorgi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  14.04.2023 - 18:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Móttøka var á Visit Norðoy summarmáladag, í sambandi við at nýggi stjórin, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, hevur tikið við starvinum. Norðlýsið var á staðnum og gjørdi samrøður við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands, Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu, og sjálvandi nýggja stjóran sjálva.

 

“Hetta er fantastiskt! Eg eri sera glað fyri, at tað eru komin so nógv fólk so nógva staðni frá. Tað er væl møtt upp úr Havnini eisini, og tað er veruliga stuttligt.”, sigur Theresa, ið sjálv tók orðið á móttøkuni og hevur kallað lokalu aktørarnar inn til eitt prát komandi hóskvøld. Eisini sigur hon, at “Tað er nakað serligt at sleppa at arbeiða her (í Norðoyggjum, red.), her tað eru bæði býur, bygdir og oyggjar. At koyra til Klaksvíkar er ongin trupulleiki, tvørturímóti – ein fær góða tíð til at hugsa á vegnum”.

Umframt Theresu tóku Símun Gullaksen, nevndarformaður í Visit Norðoy, og borgarstjórin í Klaksvík orðið. Klaksvíkar Kommuna er størsti einstaki stuðulin hjá VisitNorðoy, og kommunan letur tískil fitt av peningi til kunningarstovuna. Karl Johansen, borgarstjóri, sær fram til gott samstarv og leggur dent á samskipandi leiklutin hjá Kunningarstovuni:

“Hetta er eitt øki, vit raðfesta. Klaksvíkar Kommuna er við tíðini vorðin so stór; vit hava bæði Svínoy, Kallsoynna og Klaksvík umframt nærumhvørvið kring Klaksvík, ið er Árnafjørður, Oyrar og Ánirnar. Kunningarstovan er ein góður máti at samansjóða kommununa og skipa fyri tiltøkum runt alla kommununa. Ferðavinnan er eisini í eini øgiligari menning – bæði Kópakonan og James Bond-grøvin eru vorðin reiðilig trekkplástur – og tað er tí neyðugt við kunningarstovuni fyri at samskipa og menna ferðavinnuna í økinum.”, segði borgarstjórin.

Eisini stjórin á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, hevði leitað sær norður:

- “Tað er altíð eitt fornøjilsi at koma til Klaksvíkar”, segði hon, “men tað var sjálvandi eisini fyri at gratulera Theresu. Tit hava fingið ein veruliga kompetentan stjóra. Eg veit, at tað fer at henda ein rúgva, nú Theresa er komin, og tað síggi eg fram til. Vit í Visit Faroe Islands arbeiða øgiliga tætt saman við lokalu kunningarstovunum, og tað er í góðum samstarvi. Tit (Norðoyggjar, red.) eru øki, sum stendur í størstu menning í løtuni”, sigur Guðrið, og leggur stóran dent á, at nýggja hotellið í Klaksvík fer at vera eitt ótrúliga stórt aktiv fyri Norðoyggjar, eisini í ferðavinnuhøpi.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum