Borgarstjórar hittast
Í sambandi við at, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, hevur tikið við starvinum sum nýggjur stjóri á Visit Norðoy, varð í gjár skipað fyri móttøku á Kunningarstovuni.
Har møtti hópin av fólki við góðynskum eins og ætlanirnar vóru mangar og spennandi – Arbeiðsøkið er áhugavert og víðfevnt - allar Norðoyggjar.
Millum teirra, sum ynsktu nýggja stjóranum á Visit Norðoy vælkomnum, vóru núverandi og fleiri fyrrverandi borgarstjórar í Klaksvík.
Karl H. Johansen, Jógvan Skorheim, Steinbjørn O. Jacobsen og Jógvan við Keldu.
Sambært søguliga yvirlitinum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, kann síggast teirra setanarskeið:
Karl H. Johansen, politistur og sýslumaður - 2021 -
Jógvan Skorheim, stjóri 2017 - 2020 og 2013 - 2016
Gunvá við Keldu, stjóri 2009 - 2012
Steinbjørn O. Jacobsen, múrarmeistari 2005 - 2008 og 2001 - 2004
Óli Heinesen, deildarstjóri, sáli 1989 - 1992
Jógvan við Keldu, stjóri 1997 - 2000, 1993 - 1996, 1985 - 1988 og 1981 - 1984
Samlaða yvirlitið fyri borgarstjórar kann lesast her