Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svar til Djóna N. Joensen – Hvør er sannleikin?

SKRIVAÐ: Svanna Dam Joensen  |  17.04.2023 - 08:34 Lesarabrøv Politikkur

Tá eg lesi svarið hjá Djóna N. Joensen, kennist eg ikki við henda utopiska heimin, har øll børn við Down syndrom fáa eina breiða viftu av tilboðum fáa, ja heilt frá byrjan byrjar ein tilgongd við fleiri ymiskum málmenningartilboðum ella sum Djóni sigur:

 

Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til, eru oftast ein fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi. Onnur fakfólk, ið talan kann verða um, eru sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.

HETTAR ER IKKI VERULEIKIN!

Seinastu vikurnar hava fleiri djørv foreldur traðka fram, og fortalt um sínar upplivingar, og veruleikin er verri enn eg hevði ímyndað mær. Tað er ikki bert børn við Downs syndrom sum onga hjálp fáa frá Sernám, men hópatals av børnum, sum eru gloymd av Sernámi.

Sigur landsstýrismaðurin at øll hesi foreldur lúgva?

Landsstýrismaðurin kundi byrja við at spurt foreldrini hjá hesum 15 børnunum tú vísur til, sum øll fáa hjálp. Men tað ger landsstýrismaðurin ikki, hann velur heldur at trúgva leiðsluni á Sernám.

Sum mamma er tað tungt og syrgiligt at hoyra hvussu landsstýrismaðurin skúgvar øll hesi foreldur til viks.

Hettar er ikki føroyska vælferðarsamfelagið sum vit ynskja okkum. Flest av okkum eru errin av at búgva í Føroyum. Eitt samfelag har vit bjóða øllum børnum vælkomin í heimin og hjálpa øllum teimum sum tørva.

Foreldur at børnum sum bera brek, læra at stríðast fyri síni børn, ja tað gera vit frá tí løtu tey eru borin í heim. Vit fyrihalda okkum til óendaligar samrøður við sosialráðgevar, læknaváttanir ið skulu endurnýggjast, sjúkrahúsvitjanir, læknaprát og nógv afturat.
Og alt hettar gera vit gleðiliga, tí sum øll onnur foreldur ynskja vit at børn okkara fáa eitt virðiligt lív, har børn okkara megna at verða ein partur av felagsskapinum.

Men tá landsstýrismaðurin við sínum innslagið í KVF og við hesum svarið sigur at foreldrini lúgva, tá er ovboðið!

Vit fáa ikki broytt brekið. Okkara børn hava Down syndrom, og tey eru júst, sum tey eiga at vera.
Men vit kunnu broyta hugburðin, sum landsstýrismaðurin, og stjórin á Sernám bera fram. Tí okkara børn hava uppiborið betur.

Tann seinasta vónin er, at tað eru aðrir løgtingslimir sum vilja berjast fyri hesi børn.

Tí útfrá hesum svarinum er tað greitt at hvørki stjórin á Sernám ella landsstýrismaðurin fyrihalda seg til mongu børnini sum ONKI FÁA frá Sernám.

Svanna Dam Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda