Closed for maintainance
Visit Norðoy fer næstu dagarnar saman við Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands at bjóða vælkomin til sera spentar útlendingar og føroyingar sum koma at verða við í átakinum Closed for Maintainance.
Closed for maintainance er eitt voluntourism átak – sjálvboðið átak, har vit bjóða útlendingum og føroyingum at verða við at varðveita føroysku nátturuna við serligum átøkum hvørt ár. Í í ár er tað bygdagøturnar í Árnafirði sum arbeitt verða verður við, td uppmerkja gøturnar, skelting og byggja portur og stigar upp um hegn. Ein partur av hesum er eisini at seta kunningarskeltið upp við tingstaðin í Køtlum.
Átakið byrjar fríggjamorgunin og endar seinnapart leygardagin. Samskipari av átakinum er dugnaliga Vár Joensen á Visit Norðoy saman við Hans Hjalta Skaale og hansara óføra toymi í býarfríðkanini.
Á Kunoynni eru tey eisini við í átakinum. Tað er gøtan í Gjánunum sum arbeitt verður við og er framhald av arbeiðinum í fjør við at seta kongar og ketur upp úr rustfríum tilfari. Tað er Jákup Jacobsen frá felagnum Skarðsbygd og Bygdasavninum Bríkin saman við Kunoyar Kommunu sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.
