Ferðavinnan í Norðoyggjum savnað í Íverksetarahúsinum
Seinnapartin í gjár hevði nýggi stjórin í Visit Norðoy, Theresa Kreutzmann, bjóðað teimum, sum eru virkin í ferðavinnuni í Norðoyggjum, saman til ein kveikjandi fund. Endamálið var at hitta vinnuna og deilt nøkur hugskot, sum Visit Norðoy fer at seta fokus á komandi tíðina.
Theresa nevndi millum annað, at tey framyvir fóru at nýta heitið Visit Norðoy, í staðin fyri Norðoya Kunningarstova. Hetta fyri at vísa á, at stovnurin fer at leggja størri dent á ráðgeving innan ferðavinnuna, í mun til einans at virka sum kunningarstova.
Ein av fyrstu uppgávunum, sum nýggi stjórin hevur sett sær fyri, er savna saman øll tey tilboð, sum veitarar bjóða. Hetta fer at gera tað lættari hjá gestunum síggja, hvat ferðavinnan í økinum hevur at bjóðað.
Tey, sum møtt vóru til ferðavinnufundin, vóru øll samd um, at Norðoyggjar hava sera nógv at bjóða, bæði føroyskum og útlendskum gestum.