Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samstundis sum samfelagstilvitað vinnulívsfólk norðanfyri verða mistonkiliggjørd av havnarpolitikarum í Breddanum, er full ferð á ítróttarhøllini í Hoyvík, ið er goldin av bæði vinnulívsfólki, statskassanum - og Føroya Løgtingi. | Mynd: Articon

MR-skannarin øsir havnarpolitikarar – hvussu við høllini í Hoyvík?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.04.2023 - 17:29 Leiðarin Tíðindi

Tað gekk skjótt fyri politikarar í Havn at venda tí, sum var ein sólskinssøga, til nakað negativt og illgrunasamt. Vinnulívið í Eysturoynni og Norðoyggjum hevur nevniliga givið Klaksvíkar Sjúkrahúsi ein 3 Tesla MR-skannara, ið ger, at nógvir sjúklingar sleppa undan at fara til Danmarkar til kanningar. Tað átti einans at verið gott, men fekk politikarar í Havn til at reisa uggafjaðrarnar og mistonkiliggera gevararnar.

 

 

Bæði Ruth Vang og Margit Stórá, landsstýriskvinnur í Havn, søgdu í Breddanum 26. apríl, at tað er politiska skipanin, ið skal gera hesar raðfestingarnar. Erling Eidesgaard, sum eisini býr í Havn, var nakað bleytari í formuleringunum, men tók lutvíst undir við teimum báðum. Bert Eyðdis Hartmann Niclasen úr Miðvági dugdi av teimum fýra at síggja tað sum gott og bara gott, at vinnan hevur latið Klaksvíkar Sjúkrahúsi hendan skannaran.

Orsøkin til ónøgdina hjá hinum? Jú, “vinnulívsfólk skulu ikki gera politiskar raðfestingar”. Í somu sending var eisini funnist at, at fólkatingslimir koma við fígging til føroyskar verkætlanir.

Vit hava annars júst sæð vinnulívsfólk í Havn havt “fundraising”, har privatir íleggjarar hava sett pening í eina ítróttarhøll í Hoyvík. Har komu mín sann eisini 30 milliónir, sum føroysku fólkatingslimirnir høvdu fingið til vega úr Danmark. Danska fíggingin hevði sum treyt, at restin av fíggingini eisini kom upp á pláss – og tá gjørdi Løgtingið ikki mætari enn at játta teimum 5 milliónir. Ongin mistonkiliggerð ella skepsissur, hóast bæði vinnulívspengar og statskassapengar vóru uppií – einans vælvild frá politikarunum í Havn. Bara tað liggur hjá teimum, er alt í lagi.

Til samanberingar kostar 3 Tesla-skannarin ikki Landskassanum eina krónu, men fer tvørturímóti at spara tí almenna pening við minni ferðing hjá sjúklingum, minni sjúkrafráveru, og ikki minst sleppa vit undan at rinda danska heilsuverkinum fyri hesar kanningarnar. Eitt risa frambrot.

Er tað veruliga so galið, at politikarar í Havn einans síggja nakað gott í, at vinnulívið gevur føroyska samfelagnum nakað aftur, um tað verður givið teirra býi ella grannabygdunum har?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…