Lýsing
Lýsing
Lýsing
MR-skannarin, sum vinnulívið gav Landssjúkrahúsinum í 1998, gjørdist ein tungur burður. Tað kann møguliga vera orsøkin til, at treytir nú fylgja við

LS bíðaði nærum hálvt annað ár við at taka gávuskannara í brúk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2023 - 22:47 Tíðindi

Tá ið ein fyritøka í 1998 gjørdi av, at Landssjúkrahúsið skuldi fáa ein MR-skannara í gávu, tók sjúkrahúsið væl ímóti, men tað gekk væl meira enn eitt ár, áðrenn fyrsti sjúklingurin slapp í hann. Sjúkrahúsið hevði nevniliga ikki pláss fyri honum sjálvt, og tað kom ikki upp á tal at lata antin Suðuroyar ella Klaksvíkar Sjúkrahús brúka hann hetta knapt hálvt annað árið.

 

 

“Vit hava teknað og spekulerað, og vit hava havt ætlanir um at byggja út, bæði omaneftir, úteftir og uppeftir, men tað hevur gingið strilti, uttan at fara í holt við so stórar umbyggingar, at tað hevði verið alt, alt ov kostnaðarmikið og hevði nervað arbeiðið á røntgendeildini annars alt, alt ov illa.”

Soleiðis sigur yvirlæknin Anders Harboe Ree í viðtali við Áka Bertholdsen tann 1. juni 1999, tá hann verður spurdur um, hví tað gongur so striltið við at fáa tikið gávuna frá vinnuni í nýtslu. Yvirlæknin nevnir als ikki Suðuroyar Sjúkrahús ella Klaksvíkar Sjúkrahús sum møguleikar at seta skannaran, meðan bíðað varð eftir, at pláss varð útvegað í Havn. At onki pláss var á Landssjúkrahúsinum varð fatað sum tað sama sum at onki pláss var í føroyska heilsuverkinum í heila tikið.

Sjúklingarnir blivu tí framhaldandi sendir til Danmarkar hetta knapt hálvt annað árið, í staðin fyri til Klaksvíkar ella Tvøroyrar. Tann 1. februar ár 2000 kom gávan loksins til sín rætt á LS. Hon varð latin tann 17. september 1998.

Í øsingini, sum nú er uppstaðin í Havn, eftir at aktørar í vinnulívinum eisini hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsi ein MR-skannara, verður ein orsøk søgd at vera, at teimum í Havn ikki dámar, at treytir fylgja við gávunum. Tað er tó ikki løgið við treytum, tá man kennir til søguna um MR-skannaran í 1998-2000, tí tá vinnan gevur eina gávu, vil hon sjálvandi hava, at gávan kemur sjúklingunum til gagns.

Hóast ongin vil siga, júst hvørjar treytirnar eru, kann tað hugsast, at vinnan vil tryggja sær, at skannarin í Klaksvík verður tikin í nýtslu skjótast gjørligt, og ikki skal enda í Havn og aftur skal volda Landssjúkrahúsinum áralangt høvuðbrýggj, áðrenn sjúklingarnir fáa gleði av honum.

 


Keldur:

https://www.in.fo/news-detail/n-kemur-mr-skannarin

https://www.in.fo/news-detail/f-a-n-pl-ss-fyri-g-vuni-upp-sjey-milli-nir-kr-nur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum