Luttakarar: Gott fyri bæði likam og sál at vera við í átakinum Closed for maintenance
Tað er stuttligt, tá ein verkætlan verður sett í gongd og hepnast so væl sum átakið Closed for maintenance her í Norðoyggjum.
Vit hava fingið afturmeldingar frá bólkinum, sum var við til Closed for maintenance á bygdagøtuni í Árnafirði. Ein av luttakarunum skrivaði herfyri eina bloggu, har hann takkaði fyri eina serstakliga góða uppliving í Føroyum, bæði hetta við at sleppa at geva aftur til lokalsamfelagið við ókeypis arbeiðsmegi, men eisini, at bæði formaðurin Hans Hjalti Skaale frá Klaksvíkar Kommunu og samskiparin Vár Joensen frá Visit Norðoy v/toymi høvdu gjørt eitt megnararbeiði at fáa luttakarrnar at kenna seg sera væl sum gestir og at leggja teimum lag á.
Eitt slíkt átak krevur nógv at teimum sum samskipa, og tí eru vit sera glað fyri, at hetta hepnaðist so væl – eitt gott og gevandi átak, sum Visit Faroe Islands setti á breddan.
Um vit kundu tikið táttin upp og gjørt eitt framhald av Closed for maintenance og skipa tað fyri føroyingar, so ivist eg ikki í, at stórur áhugi hevði verið at luttikið í einum slíkum burðardyggum átaki. Hetta fara vit saman við kommununum at kanna møguleikarnar fyri at gera, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann stjóri á Visit Norðoy