Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lagnan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og MR-skannaranum liggur nú í hondunum á hesum báðum, sum skiftust um at vera næsti fyrisetti hvør hjá øðrum. Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sleppur ikki at vera við

Og hesum verða vit stjórnað av … ?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.05.2023 - 08:31 Leiðarin Politikkur

Alt meðan nóg mong skelett til at fylla fleiri kirkjugarðar rapa úr skápinum í byggigøluni kring H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, skulu norðoyingar og eysturoyingar standa modell til, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum, sum eftir samgongukabálina fekk varastjóran til landsstýrisfólk í heilsumálum, skal taka avgerð um privatar donatiónir til Klaksvíkar Sjúkrahús. Samstundis hoyra vit, at stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki sleppur at vera við í viðgerðini.

 

 

Ein gjøgnumgangandi atfinning í lemjandi frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum um óskilið á Landssjúkrahúsinum í sambandi við útbyggingina er, at alt ov nógv grugg er inni í myndini, ábyrgdin verður plaserað fleiri staðni og harvið onga staðni, og at ov nógvir kokkar hava spilt matin. Hendan myndin er avgjørt ikki vorðin minni gruggað av, at varastjórin á Landssjúkrahúsinum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum.

At síggja til hevur ikki sørt av samansósing verið millum og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og tey, ið bygdu ella ráðgóvu, til dømis við at nýggj ynskir um t.d. innbúgv vinna frama, alt er ikki rætt upplýst, nýynski verða gingin á møti og broytingar tí gjørdar mitt í tí heila, uttan politiska viðgerð. Vit skattgjaldarar vórðu hildnir fyri spott – eitt nú skulu vit trúgva, at tað kom púra óvart á øll tey involveraðu, at H-bygningurin skuldi bindast í Landssjúkrahúsið, og tí mátti eykajáttan til, tí tað hevði ongin sæð koma?!? Úrslitið av hesum vavgreytinum er, at skattgjaldarin hevur fingið eina eykarokning uppá 300 milliónir, sum kanska fer at tátta í hálva milliard, tá avtornar.

Tað er beinleiðis tragikomiskt, at meðan alt hetta fer fram, so dittar leiðslan á Landssjúkrahúsinum, eisini varastjórin í farloyvi, sum situr í Landsstýrinum, sær at leggja fótonglar í vegin fyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær eina gávu, sum ikki fer at kosta skattgjaldaranum eina krónu, men tvørturímóti hevði spart nógvar almennar pengar í uttanlands-sjúkraflutningsútreiðslum, styttum sjúkrafarloyvum og ikki minst skjótari útgreining og smidligari kanningartilgongdum.

Tað hevði klætt teimum, sum so ella so hava verið partur av tí risagøluni, sum H-bygningurin er, at gingið meira stillisliga um hurðarnar komandi mánaðirnar og sjálvrannsakað, heldur enn at tvíhalda um sín rætt at niðurleggja Veto fyri, at vælrikna vinnulívið í norðurøkinum gevur vælrikna Klaksvíkar Sjúkrahúsi eina sømdargávu. 

Fyri at gera komediuna fullkomna, so er Norðlýsinum fortalt, at stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Alexandra á Dul, als ikki sleppur at vera við í viðgerðartilgongdini av, um takast skal ímóti skannaranum. Hon skal av onkrari orsøk vera sett í karantenu. So tað vera tey gøluraktu, sum saman við stjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsi gera av, um Klaksvíkar Sjúkrahús kann taka ímóti gávuni.

Og disse regeres vi af. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…