Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað ber til at fáa nógv meiri burturúr svartkjaftinum

SKRIVAÐ: Símin í Túni  |  15.05.2023 - 06:32 Lesarabrøv Vinna

Kvotuárið fyri svartkjaft er avgerandi fyri virðisøking og góðsking av fiskinum.

 

 

Nú lagt hevur verið upp til kjak um, hvussu vit sum land gagnnýta tilfeingi av uppsjóvarfiski, havi eg hug at koma við nøkrum viðmerkingum frá einum heilt øðrum vinkli, serliga viðvíkjandi svartkjaftinum.

Svartkjaftakvoturnar eru frá januar til december, og meti eg at hettar virkar ímóti at gagnnýta kvoturnar væl.

Svartkjafturin er best fyri frá umleið september til hálvan februar. Um miðan februar er næstan allur tann stóri svartkjafturin farin suður um føroyska fiskimarkið at gýta. Tá ið hann kemur aftur í føroyskt sjóøki í apríl, er hann sera rak. Hettar er tíðin, tá lættast er at fáa fatur í svartkjaftinum, og tí verður mest fiska í apríl – mai, men av tí at fiskurin er rak, kann hann næstan bara brúkast til at framleiða mjøl.

Útrokningar vísa, at svartkjafturin tapir umleið 30 prosent av vektini, og at livurin minkar frá umleið 10% av kropsvektini niður í umleið 3%. Tað vil siga, at 1000 tons av svartkjafti á vetri geva 100 tons av livur, meðan 1000 tons av fiski geva einans 25 til 30 tons av livur í apríl – mai, tá mest verður fiskað.

Tað, sum minkar, er kjøtið í fiskinum og livurin. Tað, sum ikki minkar, er høvdið, skraðan og beinini. Um vit skulu hugsa um at virðisøkja svartkjaftin, er tað livurin og kjøtið í fiskinum, sum kann virisøkjast, millum annað til surimi, turkaðan svartkjaft og lýsi.

Nú um dagarnar hoyra vit, at tað og tað skipið hevur fiskað kvotuna upp fyri í ár. Tað vil siga at meginpartin av árinum, frá september og árið út, tá svartkjafturin er væl fyri, verður næstan einki fiskað av honum.

Hettar kann broytast við at kvotuárið verður broytt til at vera frá august til juli. Hettar gevur nógvar fyrimunir.

1.    Virkir og skip kunnu gera íløgur og tillagingar, so at svartkjafturin kann veiðast og virkast á skilabesta hátt.

2.    Nógv størri partur av fiskinum, kanska allur, kemur upp á land í Føroyum, tí at landingarnar verða spjaddar yvir eitt longri tíðarskeið.

3.    Prísurin pr kilo verður hægri, tí at góðskan er bertri, tað vil siga, at tað er meira protein og lýsi í fiskinum.

4.    Minni tal av fiski verður veitt. Kvoturnar verða roknaðar í tonsum, men tað skal eitt nógv størri tal av fiski til eitt tons, tá fiskurin hevur tapt 30% av vektini.

5.    Ofta er heilt stórur svartkjaftur, við stórari livur, at fáa í Íslendskum sjógvi aftaná summarið, frá august til oktober. Vit hava avtalu við Ísland um at veiða svartkjaft hjá hvørjum øðrum, men tá hava næstan øll tey føroysku uppsjóvarskipini fiskað sína kvotu.

 

 

Niðurstøða:  Hví er kvotuárið januar – december?  Helst tí at tað er minni roksut og sær snøggari út í hagtølunum. Men álvaratos. At fiska meginpartin av kvotuni, tá fiskurin er diddarak, tað man vera, sum at bóndurnir fóru at fletta seyð um várið.

Um kvotuárið ikki verður broytt, so haldi eg, at vit skulu gloyma alt um at virðisøkja og góðska svartkjaftin.

Tá skipini fáa kvoturnar í januar, vita tey ikki, hvussu heystið fer at roynast við øðrum fiskaríi, millum annað sild og makreli. Heldur ikki ber til at vita, hvussu veðrið verður. Tí verður hildið at vera frægast at fiska kvotuna upp um várið, men um kvotan bleiv útskrivað í september, so opnar tað fyri møguleikanum at fiska so nógv sum møguligt um heystið, um tíð er til tað, og so kundi kvotan verið fiskað upp í apríl, um nakað var eftir.

Símin í Túni

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…