Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hampuliga stórir bøklar norðan fyri Trøllanes. Hetta er óstøðug luft, og úr onkrum er avfall. | Mynd: Jose Romero Pina

Okkurt ælið í støðum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.05.2023 - 09:20 Tíðindi Veðrið

At veðrið kann vera - og er - sera ymiskt kring oyggjarnar, vita flest øll. Vanliga skylda vit uppá fjøllini, hvussu høg tey eru og hvønn vegin tey venda ímóti ella undan ættini.

Men tað er ikki bara tey, sum gera munin.

Ein útlendskur ferðamaður tók hesa myndina 4. mai í ár, meðan hann var á útferð norður á Kallin norðan fyri Trøllanes. Eitt grovt æl var nakað norðan fyri Kalsoynna.

Á myndini sæst bláur himmal millum hampuliga stórar bøklar, og fyriuttan hatta ælið er turt. Vindurin er lítil, tí als einki skúm er á alduryggunum. Ættina síggja vit ikki neyvt, men aldurnar benda á, at lotið er kemur eystaneftir.  

Aðrar áhugaverdar ábendingar eru eisini á myndini. Bøklarnir eru hampuliga stórir, og tað bendir á, at luftin er nokkso óstøðug. Luftin verður í støðum tvungin uppeftir, tí havið er heitari enn luftin. Á veg uppeftir kølnar hon, og tá ið hon er komin upp, har sum vit á myndini síggja skýfótin, er luftin vorðin so køld, at vatndampur fer úr og blívur til vatndropar. Teir gerast so við og við størri og tyngri og detta til endans niður.

Hyggja vit í veðurarkivið (www.vedrid.fo), hvussu veðrið var hendan dagin, so síggja vit, at ættin lá millum landsynning og landsynning eystan, vindferðin umleið 6 m/s, og hitalagið lá um 7 stig.  

Veðurkort frá 4. mai 2023, klokkan 00. Eitt máttmikið hátrýst liggur norðan fyri Føroyum. Trýstið í miðjuni er 1036 hPa. Einar 150 fjórðingar sunnan fyri Føroyar er ein hitabrúgv. Hon røkkur enn ikki norður til okkara.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival