Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Eidesgaard, viðmerkjari segði í Dagur og Viku í kvøld, at samstarvið við russar heldur fram, men at "periferiskar broytingar" verða gjørdar. | Mynd: kvf.fo

Lagnustund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.05.2023 - 23:33 Leiðarin Politikkur Vinna

Føroyar standa við eitt vegamót. Løgtingið skal taka støðu til knapt hálva øld gamla fiskivinnusamstarvið við Russland, sum stjórnin hjá Atla Dam í 1977 fekk í lag við táverandi Sovjettsamveldið. Radikalar røddir mæla til at slíta samstarvið, kosta hvat tað vil, meðan vinnulívið, serfrøðin og tey meira hóvligu taka undir við áheitanini frá ST um, at matvørur skulu vera undantiknar sanktiónunum.

 

 

 

Útmeldingin frá Landsstýrinum hevur verið leingi ávegis, men nú hevur Løgtingið og Uttanlandsnevndin har so fingið hana, meðan almenningurin framvegis má bíða. Men ikki leingi afturat.

Sameindu Tjóðir hava heitt á øll heimsins lond um ikki at seta avmarkingar á matvøruflutning í verk. Matur, herundir fiskavørur, mugu og skulu koma fram til endabrúkaran uttan mun til, um kríggj er ella ei, tí matvørutrot merkir bókstaviliga undirgang fyri tey verst staddu.

Europeiska Samveldið, ES, hevur tikið undir við hesum, og letur matvørur framvegis ferðast frítt bæði til og úr Russlandi. Matvørur hava status sum heilivágur og landbúnaðarvørur, og EU innflytur tí framvegis matvørur úr Ruslandi, eins og ES-londini framvegis útflyta matvørur til Russlands. ES og ST eru sostatt á einum máli um, at matvøruflutningur er neyðsynjarvøra og skal ikki tarnast.

Búskaparliga serfrøðin í Føroyum mælir til eisini at fylgja ST-tilmælinum. Formaðurin í Búskaparráðnum segði í samrøðu við blaðið 26. mai, at flutningsleiðirnar eiga at verða hildnar opnar og við líka, tí verður matvøruflutningurin raktur, hækkar prísurin á mati, og hækkar hann bara við 1 dollara um dagin, er vandi fyri, at nógv í fátæku londunum fara at svølta. Tað fer eisini at raka mong menniskju hart, ið onki hava við kríggið at gera.

Í Noreg hava norðmenn sett í verk sanktiónir, har russisk skip verða noktað atgongd til summar havnir, men framvegis sleppa inn í tríggjar teirra; Båtsfjord, Kirkenes og Tromsø. Her kundi Noreg tænt sum ein fyrimynd, við at Føroyar eisini avmarkaðu atgongdina til summar havnir, meðan aðrar framvegis vórðu opnar. Á tann hátt høvdu Føroyar sanktionerað Russland eins hart og norðmenn og stóðu ikki aftanfyri grannalandið.

Føroyska vinnulívið er eisini komið við útmeldingum. Ein er, at avleiðingarnar av at uppsiga Russlandssáttmálan fer at raka bæði føroyska vinnu og Føroyar sum samfelag meint, ikki minst tí at roknast kann við, at Russland afturfyri uppsigur alt samstarv við Føroyar. Noreg hevur fingið at vita, at tað verður avleiðingin, um Noreg setir fleiri avmarkingar í verk. Formaðurin í Fiskimannafelagnum, ið umboðar stóran part av starvsfólkunum í fiskivinnuni, heitur staðiliga á landsins myndugleikar um at hugsa um menniskjaligu avleiðingarnar av eini uppsøgn.

Og sigast skal, at mangt bendir á, at landsins kosnu hava lurtað. Lurtað eftir ST, Noregi, føroysku serfrøðini og føroysku vinnuni. Bæði Árni Gregersen og Jóannes Eidesgaard, eygleiðarar og viðmerkjarar, rokna við, at talan verður um eina menniskjaliga loysn, ið fer at minna um ta norsku við avmarkaðari atgongd til havnir og undir serligum eftirliti, meðan fiskavøruflutningurin kann halda fram. Tó sæst eisini onkur politikari berjast sum úlvur á skóg í miðlunum fyri at fáa fiskiveiðuavtaluna við russar setta úr gildi hóast avleiðingarnar.

Lagnustund verður tað tí, sum byrjar á løgtingsfundi hósdagin 1. juni kl. 13.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvur klaksvík­ingur søkti KÍ
Nýtt forfólk í Pedagog­felagnum
Søren Pape Poulsen deyður
Lønin avgerandi fyri brúkiliga bjarginga…
Haakon Lunov: KÍ er liðugt at keypa inn
Upptakt: KÍ-HB
Uriah Heep kemur til Klaksvíkar
Kunningarstovan á ferð í Norð­oyggjum
Móttøka í Vágum fyri fyrsta føroyska far…
Á pall fyri fyrstu ferð
Opið hús á Tekniska skúla
Prógvhandan á Yrkisnámi
Veðrið um vikuskiftið
Aðalfundur Norðoya Fornminna­felag 2024
217 ára gomul føroysk kvinnu­troyggja fun…
Magne Hoseth: Tað kom sum eitt sjokk
Magne Hoseth fekk 50 dagar - uppsagdur
Samstarvsavtala millum Sunda kommunu og…
Hugnaløta í kirkju­kjallarinum
Bátafelagið á Torradøgunum